Tað verður lagdur dentur á, at nógvar milliónir mugu brúkast afturat, fyri at betra um sjónvarpið, sum íkast til góða føroyska mentan.
Vit hava tíðindasendingar frá útlendskum tíðindastøðum, sum vísa á støðuna í heiminum í dag, eisini verða føroyskar sendingar um heimlig viðurskifti væl lýst. Hesin parturin saman við nógvum øðrum sendingum, so sum, tá fjøllini verða gingin, lívið á sjónum, nakrar barnasendingar og mangt annað er nógv vert og eitt gott ískoyti til okkara mentan. Aðrar útlendskar undirhaldssendingar, dokumentarsendingar, djórafilmar og annað eru eisini áhugaverdar at síggja.
Men so eru eisini sendingar, sum hava ógvuliga nógvan harðskap og ómoral. Heilir filmar eru, sum bert snúgva seg sum sex, ella so nær porno, sum tað kann lata seg gera. Filmar, sum eru um misbrúk, siðloysi og lógloysi, viriðisloysi, neyðtøku, vernd av homoseksualiteti og ótrúskap ofta uttan nakra veruliga handling og uttan nakran boðskap.
Aftur til milliónirnar. Er henda ífyllan av tilfari av slíkum slag funnin í onkrari útlendskari skrellispann, sum av teirri orsøk verður víst, tí at tað er bíligt at fáa hendur á? Hvønn flokk av borgarum vil sjónvarpið náa við hesum tilfarið? Eru tað tey ungu, sum skulu verða fylt við harðskapi og missa alla virðing fyri hvat kærleiki ímillum mann og konu er? Ella verður hildið, at tey gomlu hava tørv á hesum sendingum, sum part av lívskvaliteti í aldurdóminum?
Flestu húski gjalda sjónvarpsgjald og hava tí rætt at síggja brúkbart sjónvarp, men sum gongdin hevur verið versnar skjótt, vit eru á eggini til frítt porno saman við so ógvusligum harðskapi. Hvat er so endamálið við hesum sendingum? Eitt er víst, at um hetta er tað, sum ungdómurin skal matast við ár út og ár inn, so verður ikki long tíð fyrr enn vit síggja fruktirnar av hesum. Vit sleppa ikki undan lógini, sum sigur: Sum tú sáðar, skalt tú heysta.
Í dag verður nógv tosað um persónligt frælsi, eisini ímillum politikarar, men eitt er vist, at tað, sum verður borðreitt við í sjónvarpinum leiðir ikki til persónligt frælsi. Hinvegin, um nokk verður hugt, elva hesar sendingar til ein hugburð av uppreistri móti sonnum menniskjavirðum og dálkan m.a. sinnið, tosingarlagið og kann leiða til eitt ógvuliga óheppi lívsmynstur.
Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt gjalda fult sjónvarpsgjald, tá ein partur av sendingunum er so ómoralskur, at tað kennist, sum tú hevur ein køst í stovuni. Tíðin í dag er merkt av, at vit skulu ráða sjálvi, yvirtaka øki fyri øki og hetta krevur ábyrgd. Sjónvarpið er føroyskt, lat okkum tí vísa tað ábyrgd, at vit virða okkara fólk við einum virðiligum sjónvarpið.
Tað er ikki nóg gott at seta aldursmark á filmar, ella skriva, at teir eru óhóskandi fyri børn. Teir eiga ikki at verða vístir, heldur færri tímar við góðum tilfari, enn fleiri tímar við tí tilfari, sum nú er. Ábyrgdin er stór, bæði hjá sjónvarpsstjóranum, foreldrum, politikarum, prestum og samkomuleiðarum. Tí vóni eg, at hetta málið verður tikið upp til viðgerðar í størsta álvara, so vit kunnu hava eitt sjónvarp, sum kann geva signing.
Í 5. Mós. 28,1-2 stendur: "Um tú nú ert harranum, Guði tínum, lýðin, so at tú vandaliga heldur øll boðorð hans, sum eg í dag leggi fyri teg, tá man Harrin, Guð tín, hevja teg yvir allar tjóðir á jørð; og tá munu allar hesar signingar verða tær fyri og sannast á tær, um tú lýðir rødd Harrans, Guðs tíns." Latið okkum tí ikki senda tilfar inn í okkara egnu heim, sum steingja fyri signingini og tí persónliga frælsinum, men lat okkum hava eitt gott og reint sjónvarp, so Guð kann lata sína signing hvíla yvir tí.