Norski rithøvundurin var í vikuskiftinum í landinum. Hetta var í sambandi við bókmentatiltakið á G! Festival (les meiri um hetta í blaðnum í morgin), sum Outsider Magazin m.a. skipaði fyri.
Her bleiv tað nevnt, at skaldsøgan Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet? skal gerast til sjónvarpsrøð. Og í práti við høvundan Johan Harstad váttar hann, at teir arbeiða hart fyri at fáa hetta til veruleika.
- Einki er avgjørt enn, men um alt gongur eftir ætlan verður hetta ein stór framleiðsla á 20 milliónir norskar krónir, sum NRK skal standa fyri. Harstad fortelur, at við jøvnum millumbilum fara tingingar fram við NRK-leiðsluna.
Johan Harstad væntar, at ein endalig avgerð verður tikin av NRK einaferð í august ella septembur. Hann sigur, at um hesa tíðina fer hansara bók at vera keypt av NRK, soleiðis at framleiðsluarbeiðið kann byrja.
Harstad hevur samband við ein leikstjóra, ið dagliga starvast á NRK. Hesin fundast regluliga við leiðsluna í NRK um hesa stóru ætlan. Hann fortelur eisini, at møguliga verður samstarv tikið upp við DR um framleiðsluna av sjónvarpsrøðini. So eftir øllum at døma eru ambitiónirnar stórar.
Umboðar Føroyar uttaneftir
Harstad er, hóast sín unga aldur á 26 ár, millum teir kendastu prosahøvundarnar í Noreg. Og við Buzz Aldrin fekk hann sítt altjóða gjøgnumbrot. Skaldsøgan skal týðast til fleiri enn mál 10. Hetta varð eisini umrøtt á forkunnuga bókatiltakinum á G! Festivalinum.
Samstarv við filmskreftir í landinum
Eisini sigur Harstad frá, at samstarv eisini skal fáast upp at standa við kreftir í landinum. Hann nevnir sjónleikarar og nútímans tónleik sum dømi um hetta.
- Alt hetta er treytað av um verkætlanini verður góðkend, slær Harstad fast og leggur afturat, men vit arbeiða hart fyri at hetta skal gerast veruleiki eg, meti at møguleikin er 50-50.
So her verður møguleiki hjá lokalum kreftum at sleppa framat. Filmsmentan hevur ta seinastu tíðina veri nógv á breddanum. T.d. havt SvF sendirøðina Agurk, har m.a. innsendir stuttfilmar hava verið vístir, á skránni í nøkur ár nú. Filmsverkætlanin FISK 2006 vísti stuttfilmar á G!. Ein av fyriskiparunum, Mikkjal Helmsdal, heldur at, um hetta verður veruleiki og um føroyingar kunnu sleppa at vera við í eini tílíkari verkætlan, so kann hetta verða við til at lyfta fakliga kunnleikan millum føroyingar. Nú kenni eg ikki so nógv til hesa verkætlanin, men hetta kann vera við at fáa førleika til landið. Um vit skulu byggja eina filmsvinnu upp her, so er neyðugt við tílíkum førleika.
---
Outsider Magazine, #2/3 2006 s. 68, um søgugongdina:
Mattias er føddur sama dag sum mánalendingin í 1969, men hann vil ikki verða kendur. Hann hevur tað gott sum eitt vælfungerandi tannhjúl í heiminum. Hann elskar sítt arbeiði. Ein kassa við bókum um rúmdarferðir. Hann hevur ein vin sum spælir tónleik og er nøgdur við at vera ein ókendur gartnari. Við eitt verður tilveran vend á høvdið. Aftan á nýggju ár fer daman frá honum. hann er 30 ár, og hevur mist arbeiðið og situr einsamallur í einari tómari íbúð. Tá vinurin so bjóðar honum til Føroya at hjálpa orkestrinum á eini konsertferð, tekur hann av. Her byrjar alt at detta saman av álvara fyri Matthias, og ferðin til Føroya gerst ein langur roadmovie um hansara brotnaða hjarta og sinn.
---
Eisini úr somu útgávu frá Outsider Magazine, s. 62:
Eg havi við vilja lýst einar nýmótans Føroyar fyri at fáa tað fram, at Føroyar eru sum eitt og hvørt annað land við alneti og øllum fyri at sleppa undan hesum, at fólk sum amerikanarar halda um Norra, at kavabjarnir ganga og mala inni í býunum.
---
FAKTA:
Norsk Gyldendal upplýsir, at bókin verður týdd til: franskt, italienskt, týskt, hollendskt, russiskt, finskt, svenskt, danskt, føroyskt. (Harstad upplýsir, at tvey forløg úr Bretlandi og eitt úr USA hava víst áhuga í bókini.)
---
Seinni í vikuni verður samrøða við Johan Harstad og eisini íslendska høvundan Eirík Ørn Norðdahl, sum báðir eru ungir høvundar føddir ávikavist í 1979 og 1978. Har fer tað at snúgva seg um skaldligan íblástur frá dagsins tónleiki.