Farið verður nú undir at sløkkja analoga sjónvarpssendinetið og leggja um til talgilda (digitala) tøkni.
Tað boðar Mentamálaráðið frá.
Fyrsta skiftið frá analogari til talgilda tøknið verður mánadagin 16. september 2013.
Tað kann verða neyðugt hjá hyggjarunum, sum búgva í økjunum, har skift verður, at dagføra teirra útgerð, sum til dømis antennu, móttøkuboks ella sjónvarp fyri at síggja Kringvarp Føroya, eftir at skift er til nýggja talgilda sjónvarpssendinetið. Tey, sum longu síggja Kringvarp Føroya talgilt, gjøgnum Televarpið, nýtast ikki neyðturviliga at skifta útgerð.
Fyrstu støðini har skift verður eru: Lamba, Oyri, Streymnes, Hvalvík, Selatrað, Morskranes, Hósvík, Kollafjørður, Signabøur, Oyrareingir, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Gundadalur í Havn, Velbastaður, Kirkjubøur, Skopun, Sandur, Skarvanes, Skúvoy, Gásadalur og Mykines.
Seinni verður sjónvarpssendinetið skift í øðrum økjum, og kunnað verður um tað so hvørt.
Við talgilda sendinetinum kemur føroyska sjónvarpssendinetið at verða tøkniliga ájavnt við sendinetið hjá grannalondum okkara, sum eisini hava skift til talgilda sendinetið.
Ætlanin er, at alt sjónvarpssendinetið skal vera liðugt dagført í 2015.