SJÓNVARP
Síðsta orðið í málinum um Danmarks Radio og Sjónvarp Føroya er ikki sagt enn. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við ábyrgd av SvF, heldur ikki, at sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal hevur heimild at seta Danmarks Radio óviðgjørt á skíggjan. <o:p></o:p>
- Mín tulking er, at sjónvarpsstjórin ikki hevur heimild at senda Danmarks Radio, sum hann ætlar, sigur Jógvan á Lakjuni.<o:p></o:p>
Lamdsstýrismaðurin ætlar sær at fara á fund við sjónvarpsstjóran í næstum um støðuna viðvíkjandi ætlaðu samsendingini hjá SvF við DR. Jógvan á Lakjuni fjalir ikki útyvir, at hann er harðliga ímóti, at latið verður upp fyri Danmarks Radio í Sjónvarpi Føroya á henda hátt. <o:p></o:p>
Landsstýrismaðurin sigur seg vera greiðan yvir, at eitt tílíkt mál er viðbreki. Ikki minst tá einki er ímillum sjónvarpstjóran og landsstýrismannin. Men sjónvarpsstjórin og landsstýrismaðurin hava hvør sína tulking, hvat sjónvarpsstjórin kann heimilda sær at senda. <o:p></o:p>
Landsstýrismaðurin heldur ikki, at sjónvarpsstjórin kann kalla tað sína programábyrgd, tá sent verður beinleiðis á henda hátt frá Danmarks Radio.<o:p></o:p>
- Hetta er eitt øgiliga prinsipielt mál. Sjónvarpið skal senda føroyskt tilfar og vera ein týðandi táttur í at styrkja mentanina. Tí er tað eitt løgið stig bara at senda Danmarks Radio á henda hátt, sigur Jógvan á Lakjuni.<o:p></o:p>
Landsstýrismaðurin fer at halda fram við at kanna, hvørjar heimildir sjónvarpsstjórin hevur. <o:p></o:p>
Hevur hetta nógva stríðið um sjónvarpið ikki skatt stovnin og virðingina fyri mentanarøkinum?<o:p></o:p>
- Tað havi eg onga viðmerking til. Stríðið er nakað fjølmiðlarnir finna uppá, sigur Jógvan á Lakjuni. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Sambært kringvarpslógini<o:p></o:p>
Mikkjal Helmsdal hevur allatíðina, síðani málið gjørdist alment kent, sagt, at hann hevur heimild at taka eina tílíka avgerð sum at senda Danmarks Radio. Hetta endurtekur hann í Dimmalætting í gjár. Við blaðið sigur sjónvarpsstjórin eisini, at hann er ikki bangin fyri at missa starv sítt. Hann metir seg hava programábyrgdini sambært orðingunum kringvarpslógini, og tað er við støði í hesum ? og fyri at sleppa undan uppsagnum ? at hann hevur tikið nógv umrøddu avgerðina um at senda Danmarks Radio óviðgjørt og beinleiðis í heyst.<o:p></o:p>
Tað er í løtuni óvist, nær samsendingin við Danmarks Radio byrjar, men ætlanin um at senda Danmarks Radio stendur við. Ætlanin er, at føroysku sendingar skulu sendast í einum blokki hvørt kvøld. Aðrar tíðir verður samsent við Danmarks Radio. Men tað er ikki heilt greitt enn, um hesin leisturin verður valdur ella redigerað verður so ella so í tilfarinum frá DR.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Minni fyri meira<o:p></o:p>
Í feskastu ársfrágreiðingini hjá Sjónvarpi Føroya verður sagt, at nøgdin av føroyskum tilfari fer at minka komandi ári. Orsøkin er vantandi fíggjarlig orka til at framleiða meiri føroyskt tilfar. Frá farna landsstýrið fekk Sjónvarp Føroya játtað eina økta inntøku við fýra hundrað krónum netto fyri hvønn hyggjarar. Men nú verður framleitt enn minni<o:p></o:p>
- Eg haldi tað vera heilt ótrúligt, at sjónvarpið klárar at framleiða minni fyri meira. So nógv eru lønarútreiðslurnar ikki voksnar, sigur Jógan á Lakjuni<o:p></o:p>
Men landsstýrismaðurin vil ikki gera nakrar viðmerkingar til, um hetta fær nakrar fylgjur fyri sjónvarpsstjóran. <o:p></o:p>
<I normal"$?$end$!$Hevur hetta nógva stríðið um sjónvarpið ikki skatt stovnin og virðingina fyri mentanarøkinum?< EM><B normal"$?$end$!$Sambært kringvarpslógini< STRONG><B STRONG normal"$?$end$!$ <><B fyri STRONG normal"$?$end$!$Minni meira<>.