Sjúrður Skaale: Sjúkueyðkenni í Uttanríkisráðnum

Tingmaðurin fyri Tjóðveldi heldur svarið frá Jørgen Niclasen um túrin til Brússel verða eitt sjúkutekin í politisku skipanini. ? Fær tað ongar avleiðingar, er tað eisini eitt sjúkueyðkenni, sigur Sjúrður Skaale. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Uttanríkismálum, hevur svarað Sjúrði Skaale, tingmann fyri Tjóðveldi, um nógv umrødda túrin til Brússel, har Uttanríkiskráðið rindaði Kringvarpinum fyri at fáa ein journalist og ein fotograf við til undirritanina av sáttmálanum um granskingarsamstarv millum Føroyar og ES.

Men Sjúrður Skaale sigur í einum lesarabrævi, at hann heldur svarini frá Jørgen Niclasen verða eina staðfesting av, at tað eru álvarslig sjúkutekin í politisku skipanini í Føroyum.

- Jørgen hevur nú svarað mínum spurningum. Og svarið sýnir ein hugburð, sum er ófrættakendur, sigur Sjúrður Skaale millum annað í greinini hjá sær.

Tí setir Sjúrður Skaale uppaftur fleiri spurningar um túrin.

Sjúrður Skaale sigur í fyrispurninginum til Jørgen Niclasen, at - Í einum svari til mín 18. juni skrivar uttanríkisráðharrin at »í sambandi við arbeiðsferðina hjá uttanríkisráðharranum til Washington var óformlig samrøða við Rás 2 um møguliga at hava tíðindafólk við á ferðini. Tá tað gjørdist greitt, at tíðindafólk ikki høvdu atgongd til samstarvspartarnar, sum uttanríkisráðharrin skuldi hitta á ferðini, var ætlanin slept um at bjóða nøkrum tíðindafólki við.« Sambært Miðlahúsinum er hetta ikki rætt. Talan var um, at uttanríkisráðið beyð einum útvaldum journalisti við til Washington. Men Miðlahúsið segði nei takk til at fara við. Kann uttanríkisráðharrin vátta, at ráðið ikki vendi sær til Rás2, men til ein útvaldan journalist, og at Miðlahúsið segði nei til at senda nakran journalist?

Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, hví Uttanríkisráðið hevur í minst tveimum førum ikki givið miðlum/redaktiónum tilboð um ferðir, men í staðin vent sær beinleiðis til útvaldar journalistar.

Sjúrður Skaale vil eisini hava at vita, hvussu hesir journalistar verða valdir út, og um uttanríkisráðharrin heldur tað verða í samsvari við játtanarskipan landsins at bjóða einum journalisti við til Brússel og einum øðrum til Washington. Er hetta ikki í samsvari við játtanarskipan landsins, vil

Sjúrður Skaale eisini hava at vita, hvagani lógarfesta heimildin stavar at rinda fyri journalistar á henda hátt.

At enda vil Sjúrður Skaale eisini hava Jørgen Niclasen at greiða frá, um uttanríkisráðharrin dugir at síggja nakran vanda fyri fólkaræðið, um aðrir ráðharrar eisini fara at bjóða sær til at rinda ferðaseðlar fyri ávísar journalistar í sambandi við týdningarmiklar hendingar uttanlands.