Sjúrður skal ikki blanda seg uppí
Hann uppførir seg sum ein hjálandastjóri, sigur grønlendskur politikkari.
Tað er einki nýtt í, at nakrir av limunum í ríkisfelagsskapinum fyrst og fremst hava fíggjarlig áhugamál í okkum, sigur Jess Svane, politiski framsøgumaðurin hjá Siumut sambært Sermitsiaq.
Hann biður tí Sjúrður Skaale gevast við at uppføra seg sum ein hjálandastjóri og ikki blanda seg upp í grønlandsk viðurskifti.
- Tað er eingin orsøk til, at føroyski limurin í Fólkatinginum, Sjúrður Skaale, skal blanda seg upp í grønlendsk viðurskifti, sigur Jess Svane sambært Sermitsiaq.
Bakgrundin er talan hjá Sjúrði Skaale, tá Fólkatingið varð sett 3. oktobur. Sjúrður Skaale vísti tá til ætlanirnar hjá grønlendska landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Karl-Kristian Kruse, um at í 2020 skulu 90 prosent av øllum yvirmonnum á grønlendskum skipum hava búð í Grønlandi í tvey ár.
Jess Svane sigur, at tað er eingin, sum roynir at kroysta føroyingar úr grønlendsku fiskivinnuni.
- Kravið um tvey ára bústað er nátúrligt, tí endamálið er at verja heimabúgvandi grønlendingarnar í fyritøkunum, sigur Jess Svane.