Av hesum sjey monnunum eru fimm teirra jarðaðir her. Minningarhaldið var 30. september, júst 82 ára dagin fyri, at líkini komu til Seyðisfjarðar at verða jarðað.
Greitt er longu frá hesum hátíðarhaldi í Sosialinum. Her skal henda syrgiliga søgan lýsast í síni heild grundað á frásagnir, sum í 2002 og 2003 vóru í FF-blaðnum
Tann mest útgreinaða frásøgnin stóð í íslendska blaðnum Sjón & Saga í 1963. Hjalmar Waag Høgnesen í Klaksvík gjørdi FF-blaðnum tann beina at týða greinina til til føroyskt. Her verður sagt:
Føroyingar hava gjøgnum langar tíðir søkt fiskimið Íslands. At byrja við var tað mest við deyðsiglarum, har vindurin jú var avgerandi fyri ferðini.
Seinni fingu teir hjálpimotor, so nú vóru seglini ikki einasta álit eins og áður. Hesar sluppirnar byrjaðu á íslandsmiðum beint fyri aldamótið. Sluppirnar vóru fyri tað mesta úr Onglandi, men nakað seinni vóru nakrar keyptar úr Íslandi.
Riddarin
Ein av teimum, ið leingi hevði roynt við Ísland, var “Riddarin” úr Trongisvági, sum var merkt TG 308. Hon var smíðað úr eik í Plymouth í Onglandi umleið 1885 og var 90 bruttotons. Hon var deyðsiglari til 1927, men tá fekk hon ein 60 hesta Tuxham motor. Skipið var keypt stutt eftir aldamótið av partafelagnum J. Mortensen. Hendan fyritøkan átti 12 aðrar sluppir, og høvdu nakrar av teimum hjálpimotor. Í 1935 seldi J. Mortensen “Riddaran” út á Toftir. Síðan varð hon seld til Miðvágs, bleiv umbygd og fekk aðra maskinu, sum mangar tá í tíðini, og kundi hon tá sigla við 10 míla ferð. “Riddarin” er enn (tá) í Vágum. Riddarin endaði sínar dagar hjá Símun Johansen av Strondum.
Riddarin var eitt sera gott sjóskip. Eins og so nógvar aðrar sluppir var “Riddarin” á fiskiveiði á Eysturlandinum í 1927. Tað hevði gingið væl, og fiskaríið var so nøkurlunda. “Riddarin” tók umleið 350 skippund (á 160 kg, 56 tons) av saltfiski. Til hendan fisk brúktu teir umleið 45 t. av salti, sum teir høvdu við úr Føroyum.
Hetta var triði túrur hjá teimum hetta árið. Tann fyrsta vóru teir mest á Suðurlandinum og vestur í Jøkuldýpið. Næsti túrur var frá 12. juni og juli út. Tá varð mest fiskað á Vesturlandinum og Norðlandinum.
Menn høvdu ikki hug at fara avstað aftur
Stutt eftir heimkomu av næsta túri var farið at hugsa um Eysturlandstúrin. Nakrir av monnunum, sum høvdu verið við hinar báðar túrirnar, løgdu ikki í at fara hendan seinasta túrin. Tað var so nógv heima, sum bíðaði, sum hoygging og kríatúr, sum teir máttu taka sær av. Tessvegna kom at vænta fólk hendan túrin. Ikki gekk so væl at fáa manning til túrin, men blivu teir tó fullmannaðir til endan. Skiparin á “Riddaranum var Mortan Nielsen, maður um 40 ára aldur úr Sumba. Har búðu umleið 400 fólk tá, í dag umleið 475.
Skiparin Mortan átti son, sum æt Johan, sum hevði siglt úti í trý ár og hevði siglt næstan øll heimshøv. Pápin vildi hava hann við hendan túrin. Men sonurin var trekur, tí hann ætlaði sær á stýrimansskúla í Danmark sama heyst. At enda slakaði hann og játtaði at koma við.
Skipið varð nú gjørt klárt til Íslandstúrin, og ætlanin var sum sagt at fara á Eysturlandið og Norðlandið. Síðan var farið av Trongisvági og vestur móti Lítlu Dímun. Ferðin gekk væl, og tað var av besta veðri alla tíðina.
Gott samband við bøndurnar
Bøndurnir við Eystfirðirnar kendu væl skiparan Mortan. Hann var mangan komin har á land og keypti seyð øll tey 20 árini, hann hevði verið skipari á sluppunum.
Hann hevði nú á orðið um at fara upp til Fagranes næsta vikuskifti at keypa seyð, sum hann var vanur. Fagranes var nakað innarlaga á Langanesi Bakkaflóðarmegin. Seyður var ofta goldin við koli og salti ella aðrari vøru, men ongantíð við peningi. Hildið var, at onnur vøra var best at gjalda við. Føroyingar guldu heldur aldri við brennivíni. Tað var heldur ikki at finna umborð, uttan í medisinkistuni til heilivág. Har vóru so altíð tvær fløskur umborð á hvørjari slupp. (Tað er hugaligt at hava fingið slíkt ummæli øðrum enn føroyingum sjálvum.)
Hildið varð áfram at fiska nakrar dagar, og hendi einki stórvegis ta tíðina. Um vikuskiftið varð siglt inn á Fagranes fyri at fara á land til umrøddu ørindi. Róð varð í land í tí stóra skipsbátinum og var mikil fagnaðarrómur, tá teir hittust, føroyingar og Fagranesmmenn, væl kendir sum teir vóru frá árunum frammanundan. Henda ferð í landi eydnaðist væl og dvøldist manningin á Fagranesi út á kvøldið. Síðan varð róð umborð og siglt til miðis um tíggjutíðina. Stutt var at sigla og nógvur fiskur, men hann var smærri her enn á djúpum vatni.
Einki óvanligt
hent á túrinum!
Hesi viðurskifti hildu áfram alt summarið og gekk tað í sátt og semju hjá báðum pørtum. Fýra ferðir fóru teir á “Riddaranum” í landi har og keyptu ein og tveir seyðir hvørja ferð. Flett varð beinanvegin komið varð umborð.
Tað byrjaði at treingjast í lastini, bæði skipari og manning vóru væl nøgdir. Fiskað hevði verið í umleið 6-7 vikur, og skipið var fullfermt. Nú nærkaðist til heimferð, og menn vóru væl nøgdir við, at einki óvanligt var hent.
Til bóndan at rokna av
Sunnudagin 25. september fór skiparin at umhugsa heimferð. Siglt var nú undir Fagranes, og har ætlaði skiparin nú undan heimferðini at gjalda bóndanum fyri seyðin, hann hevði fingið um summarið.
Hann var hvassur vindur av landnyrðingi hendan dagin, og hugsaði skiparin um at fáa góðan byrð heim. Tá komið var undir land, var linari veður. Ikki varð siglt so nær landi hesa ferð. Seglini lógu niðri og maskinan hevði ikki nóg mikla kraft um komast skuldi skjótt frá landi um neyðugt. Har skipið var nú, vóru 4 vindstig av landnyrðingi, og tá so nógvur vindur var, varð avrátt at seta stóra skipsbátin út og fara í land við honum.
Skiparin átti frívakt hendan morgunin, og hann álegði stýrimanninum at fara í land, og fáa sær sjey menn av síni vakt við í land. Teir sjey noktaðu allir sum ein at fara í land. Klokkan fýra um morgunin var vaktarskifti, og nú var tað skiparin og hansara menn, sum vóru á vakt.
Tá skiparin var komin upp á dekkið, undrast hann á, at stýrimaðurin og hansara menn gingu har, og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða. Stýrimaðurin tók nú skiparan einsæris burtur frá, og segði honum, at menninir vóru hvørki til at høgga ella stinga í, og teir vildu ikki í land við honum. (Okkurt bendir á, at teir hava havt okkurt ringt ánilsi.)
Skiparin mátti
sjálvur í land
Skiparin avráddi tá sjálvur at fara í land. Hann tók sjey mans við sær av síni vakt, og vóru teir allir fúsir at fara. Kl. 7,30 fóru teir frá skipinum. Hann trilkaði gulið, og nú vóru um 5 vindstig (8-11 m/s,) men tað helt ikki skiparanum aftur frá at fara í land.
Tá teir høvdu róð um hálvan annan tíma, vóru teir komnir heilt nær lendingini á Fagranesi. Men beint útfyri er grýtut við stórgróti. Hetta merkti at ringt var at koma at landi, og tað var ikki heilt kyrt. Skiparin bað nú menninar snúgva bátinum upp í vindin, meðan hann kannaði, hvar best var at lenda.
Tætt við lendingina lá ein boði, men beint nú var hann undir, meðan flóðin var. Skiparin visti væl um hann. Nú var báturin komin nærri boðanum, men skiparian kom ikki til hugs, at nakar vandi var á ferð, tá háflóð var enn.
Tá kemur eitt brot...
Bráðliga, meðan báturin var innanvert við boðan, reis alda seg sum eitt skot. Skiparin bað tá menninar um at rógva skjótt móti landi. Meðan teir tóku fyrsta áratakið, grunnbreyt á boðanum, og sjógvurin holvdi yvir bátin og hvølvdi hann.
Sjey av manningini lupu fyri borð undan brotasjógvinum, tí teir vildu ikki liggja undir bátinum. Næstan allir dugdu at svimja, og heilt stutt var í land.
Ein maður var eftir í bátinum. Og var tað Petur Nielsen, sum var elsti maður, hóast hann ikki var meira enn gott 40 ár. Báturin holvdist yvir Petur, og fekk hann deyðatakið um toftubekk.
Undir bátinum var nú lufttómt, og Petur var leingi í iva, um hann skuldi halda takinum ella sleppa. Men hann hugsaði við sær sjálvum: “Eg dugi ikki at svimja og sleppi eg takinum, so er deyðin mær vísur. Eg velji heldur at halda mær, meðan eg kann, og er tað meira lívsvón í tí. Eg eri hjálparleysur, hvar eg eri - verði vilji Guds”.
Sum hann hugsar, hoyrdi hann rødd skiparans, sum var komin á kjøl saman við øllum bátsfeløgunum. Nú hoyrir hann Mortan skiparan siga: “Hvar er Petur?” Tá søgdu allir hinir sum við ein munn: “Eg veit tað ikki.” Petur var útlúgvaður og kraftarleysur, og fekk ikki orðið fyri seg og tíansheldur fekk hann ikki sagt nakað.
Aftur eitt brot
Stutt eftir kom aftur boðabrot, sum sópaði allar menninar á kjølinum á sjógv og breyt bátin í helvt. Hálvi báturin, sum Petur hekk í, lyftist nú upp, og kom tá meira luft undir bátsrovið. Hann fekk nú drigið ondini, og varð eitt sindur betri fyri enn áður.
Langt og hart stríð, og óendaliga leingi vísti tað seg fyri Peturi at hanga undir bátsrovinum upp undir akslar í sjógv. Men tað var jú púra meiningsleyst at hugsa um tað í løtuni. Men ein endi mátti koma á hesum bardaganum fyri lívinum, antin lív ella deyði.
Fekk fast undir fótum
Aftaná at hava hingið undir bátsrovinum ógvuliga leingi, verður hann varur við, at hann hevur fast undir fótum. Hetta var honum til mikla gleði og fekk hann lívsvónina aftur. Síðan kom triðja boðabrotið og vendi bátsrovinum, so kjølurin nú vendi niðureftir. Bátsrovið var komið niðan í grýtuta grótlendið í fjøruni. Hann royndi nú at gera seg leysan av bátsrovinum, og eydnaðist tað loksins. Millum stórgrótið í fjøruni var nú roynt at fáa fast undir fóti, men har er heilt djúpt millum klettarnar. Ofta fór hann heilt undir kav í fjøruni á veg niðan í fjøruna.
Brimið var vaksið nógv frá tí, at báturin holvdist, men tað merkiliga hendi, at meðan Petur stríddist við at koma niðan frá, var tað blikalogn. Tá Petur var komin so langt niðan frá, at sjógvurin ikki náddi honum, tveitti hann seg útlúgvaðan og hjálparleysan av møði niður á helluna.
Hoyrdi málið í bóndanum
Knappliga hoyrdi hann málið á onkrum, og nú var bóndin á Fagranesi komin saman við einum av arbeiðsmonnunum, og vóru teir ríðandi á tveimum hestum. Teir vóru farnir til fjals at hyggja eftir seyði, og haðani høvdu teir sæð, tá báturin holvdist við lendingina. Teir riðu oman til strandar, so skjótt teir kundu.
Nú teir nærkast, hoyrir Petur bóndan siga við felaga sín um at skunda sær. Petur var skjótur at reisa seg upp á albogarnar. Hann var so útlúgvaður, at tað var við neyð og deyð, at hann slapp upp á føturnar. Hann var blivin sera kaldur, og kroppurin var nærum stirðnaður. Bóndin tók nú Petur uppá hest sín, og tvísporaðu teir heim til Fagranes, sum er stutt frá lendingini.
Komin higar sá bóndin, at “Riddarin” var komin heilt tætt at landi, og eyðsæð var at manningin var farin at leita eftir skipsbátinum, men einki sást til nakað.
Á Fagranesi varð hitað mjólk, sum konjak varð latið í. Hetta varð givið Peturi at drekka, samstundis sum hann fór úr vátu klæðunum. Hann fekk turr klæði at fara í, og síðan varð han lagdur í eina song í einum øðrum rúmi. Bóndin legðist nú hjá honum í seingini fyri at fáa hann heitan. Petur ernaðist skjótt eftir hesa viðgerð og alt hjálpsemið, ið víst varð honum, og hann sovnaði skjótt.
Hevði hingið 4 tímar undir bátinum
Tá ið hann vaknaði aftur, var dagur at kvøldi komin. Bóndin var heima, men abeiðsfelagi hansara hevði gingið í fjøruni. Nú spurdi bóndin Petur, nær teir vóru farnir frá skipinum, og helt Petur tað vera um 7,30, og báturin holvdist hálvan annan tíma seinni ella um 9 tíðina. “Á, Gud almáttugi,” helt bóndin fyri, “tú hevur hingið undir bátinum í fýra tímar, tí hann rak upp á land um 1 tíðina.” Sjálvur hevði Petur onga hugmynd, hvussu tíðin gekk, men hann helt, at tíðin var ótrúliga long.
Bóndin segði nú Peturi frá, at fýra lík av bátsmanningini vóru rikin uppá land. Petur spurdi nú, ikki sørt rørdur, um lík Mortans skipara var rikið á land. “Nei” svaraði bóndin, “lík hansara er ikki komið uppá land. Men bróður hansara og sonur hansara eru millum líkini og so tvey onnur, eg kennist við bæði.”
“Hvørjir eru teir?” spurdi Petur. “Annar sær út til at vera Sigurður vélstjóri og hin eitur Páll”, svaraði bóndin.
Ógvuliga løgið tykir mær, svarar Petur, at Sigurður og Johan báðir skulu vera druknaðir, teir sum vóru av allarbestu svimjarum og so stutt til lands.
Bóndin svaraði, at høvuðskalli Sigurðar var illa farin, og ein av bátsmanningini hekk á fótum hans. Somuleiðis helt ein av bátsmanningini í føtur Johans. So fast vóru hendurnar kreptar um fótleggin, at tað var næstan ómøguligt at fáa tær leysar.
Seinni rakk enn eitt lík av bátsmanningini upp á land, men hini bæði líkini komu ongantíð aftur, hóast nógv var leitað og ofta gingið í fjøruni. Hin vegin so rak høgra hond av Mortani skipara á land í fjøruni við Fagranes í november mánaði. Navn hansara stóð í ringinum, sum hann hevði á lekifingri.
Seinni varð leitað eftir hinari helvtini av bátinum, sum ongantíð rak á land, men einki av rovunum varð nakrantíð funnið.
Lækni varð boðsendur at koma til Petur, tí bóndin var bangin fyri, at hetta var meira enn hann toldi, og kundi hetta elva til lungnabruna. Men læknin helt, at Petur var hóast alt væl fyri, aftaná at hann hevði havt ein so harðan umgang á sjónum og í fjøruni. Tó helt læknin, at nervarnir til hjartað høvdu fingið skaða og blivu ongantíð aftur tað, teir høvdu verið. Hjartað var overvað av trupulleikunum undir bátinum, har Petur eisini hevði fingið ov lítið av luft. Metingin hjá læknanum helt, tí Petur gjørdist ikki sami maður aftur og fór ikki burtur aftur.
Jarðarferð á Seyðisfirði
Líkini vóru reidd á hestbaki til Fagranesar og løgd har í eitt hoyggjhús. Avrátt varð at flyta líkini umborð á “Riddaran” sama kvøldið, og var stýrimaðurin tá komin í land í lítla skipsbátinum. Petur varð nú spurdur, um hann vildi fara við aftur “Riddaranum”. Tað stóð upp til hansara, um hann gjørdi tað, ella hann varð fluttur á hestbaki til Seyðisfjarðar. Hann valdi heldur at fara við skipinum. Síðan var farið umborð á vanlukkustaðnum niðri í fjøruni við líkunum. Fólkið á Fagranesi fylgdi monnunum, heilsaðu teimum og ynsktu teimum góða ferð og alt tað besta. Bóndin roknaði við at síggja teir aftur við jarðarferð teirra druknaðu á Seyðisfirði.
Síðan varð róð út til “Riddaran” og farið avstað. Fyri at koma út fyri Langanes, var neyðugt at sigla “bidevind”. Men sum áður sagt, gekk “Riddarin” seint bara við maskinorku, og tí var meira litið á seglini.
Táið komið var út um Langanes var bæði ringur sjógvur og stormur, og tað var við neyð og deyð, at teir kláraði Nesið. Hevði maskinan ikki verið komin í skipið, kundi hetta verið teirra seinasti túrur, og skip og manning høvdu lagt beinini har. Teir høvdu fult á maskinuna, og teir komu snikkaleysir fram, hóast brotasjógvar vóru. Annars gekk tað væl til Seyðisfjarðar, og komu teir hagar 30. september. Á Seyðisfirði vóru kistur smíðaðar til teir sjólátnu, og vórðu teir jarðaðir 6. oktober.
FF-blaðið hevði úr blaðnum á Seyðisfirði “Hænir” hesa frásøgn um jarðarferðina:
“Stór mannfjøld av Seydisfirði, manningin á Riddaranum og øðrum skipum, sum lógu inni, fylgdu.
Í kirkjuni talaði sóknarpresturin grípandi og væl og tók til yrking Sig. Eggertz “Alfaðir ræður”. Aftaná taluna var sungin sálmurin “Alt eins og blomstrið eina.”
Kisturnar vóru prýddar við kransum og blómutyssum frá Seyðisfirðingum, og býráðsformaðurin hevði eftir samtykt býráðsins sent krans býarinnar vegna. Frá vagnunum, sum fluttu kisturnar til kirkjugarðin, veittraðu fløggini á hálvari strong. Hetta var sár og hátíðarlig stund, tá frændir okkara soleiðis vóru fluttir til teirra seinasta hvíldarstað í íslendskari mold.”
Hvørt flagg
á stong heima
Dagin eftir jarðarferðina fór “Riddarin” avstað av Seyðisfirði beinleiðis heim til Føroya. Teir fingu ringt veður heim og vóru leingi um ferðina. Endiliga komu teir á Trongisvág og var brúgvin stúgvandi full av fólki. Flaggað varð á hálvari stong á hvørjari flaggstong í bygdini. Sama dag fóru átta av manningini við einum 8 tons motorbáti til Sumbiar og komu hagar um kvøldið. Eisini har var hvørt mansbarn í fjøruni. Bryggjan er lítil, ein hella sum sker út í sjógvan, har sum stoypt er niðurvið og omaná.
Í Sumba bíðaðu fólk óttafull eftir hesi skipsmanning aftaná ringu óeydnisferð teirra. Eisini har blaktraðu fløgg á hálvari stong.
Teir sum umkomust vóru:
Mortan Nielsen, skipari, 40 ár, 5 børn
Johan Nielsen, sonur skiparans, 21 ár.
Niklas Nielsen, bróður skiparans, 38 ár.
Sofus Kristiansen, 21 ár.
Poul Kjærbo, Eystan Á, 31 ár, giftur, 2 børn
Tummas Stenberg í Jóanstovu, 20 ár
Sigurd Hansen, 24 ár, giftur, 2 børn, annað varð føtt eftir at hann fórst.
Allir vóru úr Sumba uttan Sigurd, sum var av Tvøroyri. Sagt varð um Tummas, at hann var stórur maður og av sterkastu monnum, tiltikin at bera. Hann kláraði at hiva stórseglið, har vanliga tríggir mans skuldu til.
Sorgin var stór eftir hesa vanlukku, og var hon ein ógvusligur skelkur fyri eina lítla bygd sum Sumba.
Talið av einkjum og faðirleysum børnum vaks í stórum í lítlu føroysku bygdini, og foreldur mistu einkarsynir. Lív sjómansins er hættisligt, og altíð fær Ægir yvirlutan. Tað hava hesir sáligu og stillu føroyingar ringar royndir av, ikki minni enn aðrar tjóðir.
Hørð lagna
Tað finst annað tilfar um hesa hending og um umstøðurnar hjá teimum eftirsitandi.
Her skal fyrst verða trivið í minningarorð, sum vóru skrivað um Aksal Mohr Sunnborg, tá hann doyði í 1997, 76 ára gamal. Hansara søga lýsir sera væl, hvussu umstøðurnar kundu laga seg hjá føroyskum húski tá í tíðini.
Aksal var yngsti sonur Mortan Nielsen - Mortan hjá Stóranum, skiparan, sum doyði við “Riddaranum” og konu hansara Elspu Sofíu Vestergaard hjá Jenisi úr Skemmuni í Hørg, sum eins og maðurin var úr Sumba. Ta ferðini misti Aksal eisini beiggja sín Johan, og longu árið eftir doyði mamma hansara á Bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, so Aksal var bert 7 ára gamal, tá hann hevði mist bæði foreldrini. Mortan, skiparin á Riddaranum, var giftur tvær ferðir, og fyrra kona hanara doyði eisini blaðung.
Beiggin Martin fekk eisini eina harða lagnu. Hann fór úr Føroyum í 1934 sum 21 ára gamal niður á sjómansskúla og síðan út í verðina at sigla. Men tíðliga undir krígnum fekk hann tuberklar. Hann lá fyrst fýra ár á sanatorium í Seattle í USA, og eftir kríggið kom hann til Danmarkar, har hann andaðist í 1951 ber 36 ára gamal. Tá hevði hann ligið á sjúkrahúsi í 10 ár so gott sum út í eitt.
Eftir at foreldrini vóru farin, hevði Aksal nú bert 17 ára gomlu systir sína Fíu eftir í Sumba. Hon giftist við Johan (Samuelsen) hjá Dánjali Michael á Liða - seinni sjómansskúlalærari í Havn, og forstraðu tey Aksel upp.
Hann fór so út í heimim at sigla, so hetta við útlongsli man vera nakað, sum hevur ligið í blóðinum. Hann sigldi við bretum undir krígnum, og fekk hann tískil tíðliga krígspensjón. Eitt summar Aksal var í Føroyum, setti hann saman við øðrum lýsing í bløðini og kallaði áhugað til fundar í Havn. Hetta var nokk ein tann fyrsti neistin, sum setti gongd á ta kendu krígspensjón, sum nógvir føroyingar hava havt gleði av.
Var staddur undir Langanesi henda dagin
Henda frásøgnin er úr Suðuroyatíðindi 22. august 1982. Poul Johannes Stenberg, Poul undir Hamri, í Sumba segði frá, at hann var staddur undir Langanesi hendan lagnudagin hjá Riddaranum. Hann sigur, at teir eisini vóru vanir at keypa seyð frá Skøríksbóndanum á Fagranesi.
Poul Johannes greiddi eisini frá, at fyri teir, ið lógu undir Langanesi, var tað havódn, so har var ikki talan um at fara í land. Men Fagranes er heilt fitt frá Langanesi.
Seinni gjørdist slíkt illveður, at øll skipini, sum krokaðu undir Langanesi, vórðu noydd til at leggja til havs.
Poul Johannes var við H. M. Stanley úr Vági. Skiparin á Stanley, Dánjal Petur Jacobsen, var ættaður úr Sumba, hagani mamman hansara var. Teir sóu Riddaran, og flaggaði hann á hálvari stong. Teir sigldu uppá prei og fingu so hesa sorgarsøguna at hoyra.
Stýrimaðurin á Riddaranum, og nú skipari, var Petur Anthoniussen, sum var ættaður av Morskranesi. Hann var giftur við konu úr Sumba men búði á Tvøroyri.
Erling Poulsen segði um Petur, at hann vaskaði sjálvur øll líkini og legði tey í lastina, har ein “flagermús”, innilokað petroleumslampa, var sett at lýsa yvir deyðu skipsfeløgunum.
Søgan um armin
Í frásøgnini verður greitt frá, at líkið av skiparanum Mortani ikki varð funnið. Men seinni verður armurin funnin. D. J. við Heyggj hevði í Dimmalætting 10. oktober 1987 hesa frásøgnina um, hvussu hetta bar á:
Mortan hevði tikið tvey børn úr Íslandi heim til Sunnbiar til fostur, gentuna Gudrun, hvørs móður sat einkja við fleiri børnum, og ein drong, sum æt Steffan.
Eina tíð eftir vanlukkuna kom Mortan í dreymi til móður Gudrunar og frambar soljóðandi ørindi:
Undir køldum unnarsteini
aldan rekur náin
thar sem Steinbjørn legði beinin
hvílir Mortan dáin.
Hon lat boðini (dreymin) til Steffan, sum tá var tilkomin og aftur búsettur í Íslandi. Steffan fór á nevnda stað, og har fann hann armin av fosturpápanum!
Frásøgnin hjá
Páll Nolsøe
Páll Nolsøe umrøður eisini hendingina í Siglingarsøguni. Hann sigur, at hendingin fór fram, eftir at teir høvdu verið í landi, men hetta kann neyvan vera rætt, so nágreinilig íslendska frásøgnin er.
Men Páll greiðir frá, at skiparin hevði sagt teimum, sum vóru eftir, at teir helst fóru at koma umborð aftur um tvey tíðina. Tá báturin ikki kom aftur til ásettu tíðina, gjørdust teir ótolnir umborð á “Riddaranum” og fóru at sigla aftur og fram við landinum, men bát sóðu teir ongan. Teir vóru varugir við tveir menn inni á landi, sum veittraðu og róptu til teirra at sigla á Finnafjørðin nærindis, og komnir hagar frætta teir, hvussu vorðið var.
Sumbingar dansaðu pening inn til einkjurnar
Hetta sama árið í 1927 vóru sumbingar í Danmark fyri fyrstu ferð á dansuferð, og teir hugsaðu sjálvandi um tey, sum sótu einsamøll heima.
Tað eina kvøldið, tá dansað var á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, bóðu sumbingar um at fáa ágóðan av hesum kvøldi til frama fyri tey, sum eftir sótu. Hetta var teimum játtað og gav hetta kr. 700 til tey eftirsitandi hjá hvørjum manni. Hetta vóru nógvir pengar tá, tí tað var ein rættiliga góður maður, ið forvann kr. 600 um árið. Men eisini hetta sýnir áhugan hjá sumbingum, har komu kr. 4.900 inn eitt kvøld.
Minningarhald
Í 2002 ætlaðu ættarfólk hjá teimum, sum umkomust við Riddaranum, at hava minningarhald Seyðisfirði í sambandi við, at 75 ár vóru liðin síðan vanlukkuna. Síðan skuldi farast á Fagranes at síggja staðið, har vanlukkan hendi.
Henda ferðin kom tó ikki uppí lag fyrr enn árið eftir. Tá var fyrst minningarhald í kirkjuni, síðan var farið í kirkjugarðin, har kransar vóru lagdur.
Prestur tá var tann sami sum hesa ferð, nevniliga Cecil Haraldsson.
Við til minningarhaldið var eisini Julia Imsland, sum var abbadóttir bóndan á Fagranesi, sum skuldi vitjast hendan feigdardagin. Hon og maður hennara hjálptu eisini til at fyriskipað minningarhaldið og ferðina út á Fagranes.
Pápi Juliu var føddur á Fagranesi í 1914, so hann mintist væl hendan tilburðin. Men stutt eftir vanlukkuna flutti tey av bóndagarðinum.
Dagin eftir minningarhaldið varð farið út á Fagranes, og blómur vóru tveittar á sjógv, har vanlukkan hendi.
Hetta var so enn eitt klípi til lagnusøguna hjá føroyskum fiskimonnum og um lagnufelagsskapin hjá føroyingum og íslendingum. Tað gingu aðrar munnligar søgur í samband við vanlukkuna, men tað verður ikki tikið við her.
Komandi partur
Í komandi parti hava vit enn eina frásøgn úr Íslandi. Her verður eisin greitt frá, hvussu Einarsson navnið kom til Rituvíkar