Nýggju trolararnir í Hvalba, Sjagaklettur og Gullberg, eru á veg til Hvalbiar. Teir fóru úr Skotlandi í gjár, og teir væntast á Hvalba klokkan 22 í kvøld.
Suðuroyarportalurin, sum eisini hevur lagt hesar myndirnar av skipunum út, veit at siga, at skipað verður fyri móttøku á bryggjuni í Hvalba - og eftir tað í Roynhøllini.
Herfyri segði annar skiparin, Tórhallur Randrup, við Portalin, at 24 mans fáa kjans við frystitrolarunum. Hin skiparin verður John Martin Poulsen.
Tórhallur og John Martin hava ført Breiðanes og Hamranes.
P/F Jókin, sum er eitt felag, ið hvalbingar eiga saman við Tummasi Christophersen í Vestmanna, eigur Sjagaklett og Gullberg.
Tveir stjórar eru í nýggja felagum, og teir koma eisini at virka sum reiðarar. Teir eru Mikkjal Hammer í Hvalba og Tummas Christhophersen í Vestmanna, báðir royndir í leikum.
Sjagaklettur og Gullberg eru smíðaðir í Týsklandi, ávikavist í 1996 og 1997. Skipini eru 41 metrar long og 11 metrar breið, og frystiorkan er 30 tons um døgnið.
Skipini fara at partrola og frysta fiskin umborð.