Sjáldsamt tiltak á Ovara Vølli í Gundadali

Á Hvítusunnu verður ein óvanlig gudstænasta í Havn

Annan hvítusunnudag verður Ovari Vøllur í Gundadali karmur um eitt óvanligt tiltak har á plássinum.

 

Tá verður nevniliga skipað fyri útigudstænastu á Ovara Vølli í Gundadali.

Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, sum standa fyri gudstænastuni.


- Útiguðstænastur eru kendar uttanfyri landoddarnar, eitt nú í Danmark, siga prestarnir.

 

- Fyrstu ferð roynt var at hava útiguðstænastu í Havn var í fjør, og tað eydnaðist stak væl. Veðrið var til vildar, nógv fólk vóru komin saman, og løtan var rík.

- Ætlanin var, at hetta skuldi verða eitt afturvendandi tiltak, og tí skipa prestarnir í Suðurstreymoy aftur í ár fyri útiguðstænastu 2.hvítusunnudag klokkan 11 á ovara vølli í Gundadali.

 

Eisini í ár fara GHM og Havnar Hornorkestur at spæla undir sálmasanginum, siga prestarnir.