Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjárið haldi eg saman við familjuni á Strondum. Soleiðis hevur tað verið í nógv ár. Vit plaga at hava gestir til ein døgurða seint seinnapartin, og eisini hevur tað verið siðvenja í rættiliga nógv ár, at eg baki eina rúgvu av pannukøkum, so øll, sum koma framvið um kvøldið, kunnu fáa pannukøkur, kaffi og annað.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður.
Hann vísir á, at eftir midnátt gamlaárskvøld hevur verið vanligt at vera í Bygdahúsinum, har skipað hevur verið fyri felagssangi og øðrum. Her plagar hann at spæla á harmoniku, men í ár verður einki í Bygdahúsinum orsaka av koronu.
- Eg geri ikki so nógv burturúr fýrverki. Tað var meira, tá børnini vóru smá, sigur hann.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?
- Tað er nógv gott, sum hendir gjøgnum eitt ár, so tað er ringt at siga, hvat var best, og hvat var næstbest.
Helgi Abrahamsen vísir á, at farleiðin til Havnar var nógv stytt, tá hann byrjaði aftur at arbeiða eftir nýggjár fyri einum ári síðan, og hetta var ein ótrúligur lætti.
- Eg havi í nógv ár ferðast millum Skálafjørðin og Havnina, og við nýggju farleiðini spardi eg ein heilan arbeiðsdag um vikuna í ferðing. Hetta var í øllum førum ein góð hending. Men, annars hevur árið verið gott í so nógvar mátar.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Sjálvandi er tað keðiligasta at missa onkran, tú kennir, og soleiðis var eisini í ár. Annars kann eg ikki siga, at árið hevur verið keðiligt.
Helgi Abrahamsen vísir á, at hann fór inn í árið 2021 sum landsstýrismaður, og tað er hann ikki, nú árið endar.
- Mær dámdi væl í landsstýrinum, og sjálvandi var tað keðiligt at fara úr tí sessinum, serliga tí, at onkur mál, eg hevði sett mær fyri at loysa, framvegis ikki vóru loyst. Men, eg eri soleiðis innstillaður, at eg taki ikki tingini sum eina sjálvfylgju, og eg veit, at tá eg fari inn gjøgnum eina hurð, so skal eg eisini einaferð útaftur, og tann løtan kann koma so brádliga.
Men, avbjóðingarnar "uttan fyri hurðina", sum hann tekur til, eru so sanniliga eisini spennandi.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022?
- Meðan eg var landsstýrismaður, fingu vit sjúkuna koronu, sum legði ein dimman skugga yvir alt arbeiðið og fylti rættiliga nógv. Soleiðis er støðan framvegis. So tað er í øllum førum mín vón, at hetta fer at broytast í komandi ári. Eg eri annars bjartskygdur um framtíðina, so eg bæði vóni og vænti, at 2022 verður eitt gott ár.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, eg gevi ikki nýggjárslyfti. Tað eru mest roykjarar, sum leggja av at roykja á nýggjárinum, og teir plaga at byrja aftur at roykja umleið hálvan januar.
Helgi Abrahamsen leggur brosandi aftrat, at einastu ferð, hann roykir, er, tá hann festir í fýrverk, og tí plagar hann at siga, at hann leggur av hvønn nýggjársaftan, og tað heldur í eitt ár.