Tað eru argjamenn við stórum sjálvsáliti, sum bíða eftir, at grannarnir í B36 í kvøld koma út á Argir. 2-0 sigurin í Sarpugerði var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at AB slapp úr fyrsta umfari í bestu deildini við fullari úrtøku.
Upptøkurnar vísa, at tað reið um snarið, og at tað ikki hevði minsta týdningin, at AB málverjin fleiri ferðir bjargaði meistarliga. Hans Jørgensen hevur síðstu árini verið ein tann stinnasti millum stólparnar. Í fjør sat hann nógv á HB beinkinum, men nú er hann á Argjum, har fyrsta royndin var góð.
Bill Jacobsen var sum vera man væl nøgdur eftir síðsta bríkslið í Sarpugerði, og hann hevur mót upp á, at tað skal eydnast at endurtaka úrslitið, tá ið B36 í kvøld fer at vitja inni í Vika:
-Tað eru nógvir nýggir á liðnum, og tí skal liðið framvegis samanspælast. Á heimavølli er málið tað sama hvørja ferð, og tað er full úrtøka, sigur AB venjarin, sum fegnast um, at tað spældi so væl av síðsta leygardag, hóast tað upp undir dystin var neyðugt at gera broytingar, tí Jógvan Isaksen, sum var ætlaður til annað miðverjuplássið, varð sjúkur. Spurningurin er nú, um Jógvan verður settur inn í miðverjuna, og harvið at Sorin Anghel verður fluttur fram á miðvallarplássið, sum hann upprunaliga var ætlaður at røkja ímóti Víkingi.
Á sama hátt sum AB so eydnaðist tað B36 at fáa fult í fyrsta umfarinum. 2-0 heimasigurin á Skála vísti seg at vera tryggur, og nýggja miðverjan við Hørði Askham og superveteraninum Klæminti Matras varð ongantíð rættiliga sett undir trýst.
Venjari hjá B36 er Sámal Erik Hentze. Hann hevur undanfarnu árini havt ábyrgdina av AB, og tað svingaði væl millum Bagga og argjamenn.
Tað verður roknað við, at Hanus Thorleifsson, sum skoraði fyrra málið í 2-0 sigrinm ímóti Skála, ikki verður førur fyri at spæla. Sannlíkt er, at Rasmus Dan Sørensen fer at loysa hann av.
AB-B36: Petur Reinert klokkan 17.15