19 ára gamla Maria Sjarapova vann um vikuskiftið stóru tenniskappingina US Open. Russiski tennisspælarin, sum seinnu árini hevur búð í USA, spældi finaluna ímóti Justine Henin-Hardenne, og hon vann 2-0. Settini endaðu 6-4 og 6-4, og ikki minst vóru tað hørðu servurnar hjá Sjarapova, sum vóru truplar hjá Henin-Hardenne at standa seg ímóti. Hetta var fyrsti sigurin hjá Sjarapova í eini grand-slam kapping, síðani hon vann Wimbledon í 2004.