Sunnukvøldið verður skipað fyri sjavskapping í Ranhøll í Sandvík. Kappingin byrjar klokkan seks, men tað er ikki neyðugt at melda til frammanundan.
Sjavskapping hevur verið í Sandvík í fleiri ár nú ímillum jól og nýggjár og tað plaga at verða rættiliga fitt av fólki, eini 30, ella gott tað, hvørja ferð.
Tey flestu hava verið úr norðara parti í Suðuroynni, men fólk hava eisini verið sunnan av oyggj til eina stuttliga løtu í bygdarhúsinum í Sandvík.
Fyrireikararnir siga, at í ár fara tey at skipa spælið øðrvísi fyri at gera tað meiri spennandi, eitt nú skulu øll spæla ímóti øllum.
Tað kostar 20 krónur fyri hvønn luttakara atvera við.