flogbóltur
Tað tykist ikki vera tann heilt stóri spenningurin í bestu kvinnudeildini í flogbólti.
Higartil í ár hava kvinnurnar hjá Mjølni verið at kalla einaráðandi, og tann staðfestingin varð ikki broytt nevnivert um vikuskiftið.
Hesaferð vitjaðu klaksvíkskvinnurnar hjá stigaleysa SÍ, og har var so ongantíð nakar ivi um útfallið.
Tað var tað heldur ikki, tá TB vitjaði í Hoyíkarhøllini leygardagin. KÍF hevur annars hótt við at ota seg upp ímóti teimum heilt sterku liðunum, men hóast tær sprellaðu nakað hesaferð, so var tað ikki nóg mikið. TB hevur nevnliga framvegis eitt av teimum heilt sterku kvinnuliðunum, og við greiðum sigrum í triðja og fjórða settinum eydnaðiast at fáa stigini til høldar.
Á Kambsdali gekk tó ikki heilt soleiðis, sum fólk flest høvdu roknað við. Dráttur hevur í fleiri førum argað bæði TB og Mjølnir, og tí varð roknað við, at tær ikki skuldu hava stórvegis trupulleikar av ÍF á Kambsdali.
Men høvdu tær roknað við einum løttum sigri, so gjørdust tær vónbrotnar. ÍF vildi tað nevnliga nakað væl øðrvísi. Frá byrjan tóktust tær uppsettar upp á, at her skuldu stigini ikki nakran veg. Fyrsta og næsta settið var lítil ivi, og tó at Dráttur raknaði við til seinasta settið, so var tað ov seint. ÍF hevði nú tevið av stigunum, og so gjørdist einki.
Ein góður sigur hjá ÍF, sum við hesum er farið at ota seg nakað uppetir, meðan Dráttur hinvegin misti týðandi fet í kappingini um bronsuna, har tað annars fyrst og fremst hevur verið KÍF, sum tær hava kappast ímóti. Ein kapping, sum altso nú eisini er víðkað til at fevna um ÍF.