Sjey fingu dugnaskaparprógv

Mikudagin í síðstu viku fingu sjey fólk dugnaskaparprógv á Føroya Sjómansskúla.

Undirvísingin er tilboð gjøgnum Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.

Tað sermerkta við skeiðnum hesaferð var, at av teimum sjey, sum fingu prógv, vóru tríggjar kvinnur.


Aftast frá vinstru: Doreta Bloch, Súsanna Martinsdóttir, Olaf Nielsen, Kári Olsen, John Arnfinn Reynstind, Ása Róin og Eydna Sigurstein. Fremstir sita Napoleon Nólsoy, leiðari í Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla og lærararnir á Sjómansskúlanum, Petur Hans Dahl og Christian Poulsen