Sjokk úr FIFA: Út við rangstøðuni

Marco van Basten, tekniskur stjóri, vil gera 10 broytingar í fótbólti

Marco van Basten, teknsikur stjóri í FIFA, ynskir at gera tíggju broytingar í fótbóltslógini. Onkrar av broytingunum eru einki minni enn kollveltandi fyri fótbóltin, sum vit kenna hann í dag.

Les eisini: 48 lond til HM

Millum annað heldur heimsins besti fótbóltsspælari frá 1988, 1989 og 1992, at regulin um rangstøðu skal ógildast. Orsøkin er, at liðini í dag hava ov lætt við at verja.

- Tú sær í dag fótbóltslið spæla við níggju monnu í verjustøðu, meðan tað er torført hjá áleypandi liðnum at skora. Um ongin rangstøða er við, so kunnu spælararnir renna innum verjuna áðrenn, og har við fáa fleiri møguleikar, sigur Marco van Basten millum annað við týska Bild.

Hann heldur eisini, at ein verjuspælari eins og í kurvabólti bara skal kunna gera eitt ávíst tal av fríspørkum. Eitt nú fimm fríspørk, so skalt tú út, men ein annar kann koma í títt stað.

Av øðrum kunnu nevnast, at ein spælari bara skal kunna spæla 50 ella 60 dystir upp á eitt kappingarár, út í tíggju minuttir fyri gult kort og talan er um effektiva spælitíð seinastu tíggju minuttirnar, so drál verður komið til lívs

Her er listin yvir broytingar, sum Marco van Basten leggur upp til.

1. Ongin rangstøða

2. Ávíst tal av fríspørkum fyri hvønn spælara

3. Effektiv spæltíð frá 80. minutti

4. Gult kort merkir út í tíggju minuttir

5. Brotsspark verður ein dribbling frá 25 metrum

6. Bara liðskiparin hevur lov at tosa við dómaran

7. Fleiri útskiftingar í longdari leiktíð

8. Færri dystir

9. Færri spælarar á vøllinum í yngri deildunum

10. Flúgvandi útskiftingar í ungdómsdeildunum