Sjóndepilin skal hava nýggjan leiðara
Hevur tú leiðsluroyndir, áhuga í at arbeiða við blindum og sjónveikum og skil fyri fyrisiting og fíggjarstýring ? So kanst tú vera tann leiðarin, vit leita eftir til Sjóndepilin.
Um starvið
Sum leiðari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av dagliga virkseminum á Sjóndeplinum. Tú skalt tryggja, at arbeiðið verður væl skipað til gagns fyri bæði brúkarar og starvsfólk, og at stovnurin áhaldandi verður mentur og styrktur.
Arbeiðsuppgávur
Fremstu uppgávurnar eru at fyrisita og menna stovnin; herundir at
- skipa dagliga arbeiðið væl fyri brúkarar og starvsfólk
- hava gott og stimbrandi samskifti við brúkarar, starvsfólk og myndugleikar
- skipa fyri tiltøkum, skeiðum og øðrum virksemi, sum gagna stovninum og brúkarunum
- saman við bókhaldara røkja fíggjarviðurskifti og fíggjarstýring hjá stovninum
Vit vænta
Vit leita eftir einum leiðara, sum:
- Hevur leiðsluroyndir og hollan kunnleika til fyrisiting og fíggjarstýring; og hevur viðkomandi miðal langa útbúgving
- Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta bæði í talu og á skrift; og hevur góðan kunnleika í teldubrúki
- Dugir at seta teg inn í viðurskifti hjá blindum og sjónveikum, hevur empati og evni at skipa arbeiðið til umstøðurnar hjá brúkarunum
- Ert fús/ur støðugt at nema tær meira kunnleika um blind og sjónveik
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi og mennandi arbeiðsøki við góðum møguleikum at gera mun
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við fakliga skikkaðum, dugnaligum og virknum starvsfelagum
- Ein væl staðsettan og snotiligan bygning við góðum karmum fyri blind og sjónveik
Løn
Lønin er sambært avvarðandi sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til: Ruth Thomsen, rut(at)sjondepilin.fo – tlf. 229657 ella Malan Holm, forkvinnu í stýrinum – malho(at)ls.fo – tlf. 288444
Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. mars 2026 klokkan 12.00.
Setan
Starvið verður sett 1. mai 2026, ella eftir nærri avtalu.
|
Um Sjóndepilin Tænastan er fyri alt landið. Sjóndepilin er skipaður sum sjálvsognarstovnur, har at kalla alt virksemið hjá stovninum er fíggjað úr landskassanum. Á Sjóndeplinum verður skipað fyri virksemi fyri blind og sjónveik við frálæru í ymiskum lærugreinum og vegleiðing í hjálpartólum. Vart verkstað fyri sjónveik og lættari seinment er skipað sum sjálvstøðug eind í virkishúsi undir Sjóndeplinum. Á stovninum starvast í dag 16 starvsfólk, sum arbeiða við at ráðgeva kring um landið, í dagtilhaldi og verkstøðum, fyrisiting og bókhaldi. Sjóndepilin er skipaður í tríggjar eindir:
Høvuðssætið hjá Sjóndeplinum er á Íslandsvegi 10A í Tórshavn |











