Sjórænari á ferð í Nólsoy

Onkur gjørdist kanska skakkur, tá eitt sjórænaraflagg herfyri veitraði á Eiðinum í Nólsoy.

Nakrar dagar herfyri legði onkur til merkis, at eitt sjórænaraflagg veitraði á einum gomlum úthúsi á Eiðinum í Nólsoy. Men tey, sum ikki vistu, hvat hetta snúði seg um tá, munnu væl vita tað nú.

 

Tað er Kunningarstovan í Nólsoy, sum skipar fyri sjórænaratiltøkum fyri børnum, og á hesum myndunum eru Snæbjørn Hansen (sum sjórænari) og Barbara Andreasen (sum prinsessa) høvuðsleikarar.

 

Líkt er til, at børnunum dámar hetta óføra væl, og tey fylgja ikki minst við øllum tí, sum sjórænarin ger og fyritekur sær. Á ferðini verður vitjað ymsastaðni í bygdini, og eitt nú síggjast bæði sjórænari, prinsessa og børn í túninum hjá Marnari á Skúr í Nólsoy.

 

Eisini verður vitjað úti í Korndali, har søgnin sigur, at skotsk prinsessa einaferð búði saman við manni og børnum. Her eru framvegis toftir frá gomlu bygdini, og her rennur framvegis Prinsessukeldan, sum hon enn í dag verður rópt.

 

Sum skilst, hava barnagarðar ymsastaðni úr Føroyum verið í Nólsoy, har tey í fyrsta lagi hava vakt sjórænaran, sum lá og svav í úthúsinum á Eiðinum, eins og tey hava verið túrin saman við sjórænaranum og prinsessuni.

 

Tað er Evy T. Nielsen, ið hevur tikið hesar myndirnar, sum liggja úti á facebook-profilinum - Nólsoy í myndum.