Sjúkan hjá pápa broytti alt

Tá sjúkan rakar ávirkar tað alt. So stutt kan tað sigast

Hilmar Augustinussen greiðir frá. 6. partur av greinarøð í samband við Team Rynkeby blaðið í Vikuskiftissosialinum

 

-       Bæði pápi mín og vermamman doyðu av krabba. Hann var 50, hon var 59.Eg hevði fast starv í Danrmark, tá ið pápi gjørdist sjúkur. Hetta var í 1983, og hann doyðið í 1985. Tá fekst ikki kemoviðgerð í Føroyum, og hann mátti næstan mánaðarliga ferðast til Danmark at fáa viðgerðina.

 

-       Tílíkt terir nógv uppá tey nærmastu, so eg segði mítt arbeiði í Danmark upp, og flutti aftur til Føroya at hjálpa til.

 

-       Hetta vísir hvussu nógv tað kann ávirka, tá ein av tínum nærmastu verður raktur. Eg hevði uttan iva búð í Danmark í dag, um ikki pápi mín gjørdis sjúkur. Havt annað lívsstarv og kanska aðra familju.

 

-        Eg møtti konuni í 1986. Fá ár seinni doyði mamma hennara - und so weiter, und so weiter. Tá sjúkan rakar ávirkar tað alt. So stutt kann tað sigast.

(Lagt til rættis: Sjúrður Skaale)

 

Les eisini: Hanna Thorleifsson (1.partur)

 

Les eisini: Steinfinnur Mittelstein (2.partur)

 

Les eisini: Tummas Joensen (3. partur)

 

Les eisini: Magnus K. Magnussen (4. partur)

 

Les eisini: Jonhard Joensen (5. partur)