Sjúklingahotellið nýggjan leiðara

Lene Juul Hallig er sett í starv sum leiðari á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn

Landssjúkrahúsið hevur sett Lene Juul Hallig í starv sum leiðara á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.


Lene er 46 ára gomul, og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Slagelse Sygeplejeskole í 1994.

Hon byrjaði í starvi sum sjúkrarøktafrøðingur á skurðdeildini á Slagelse Sjúkrahúsi, har hon seinni gjørdist leiðari. 

Hon hevur verið álitisfólk og kliniskur vegleiðari, og hevur tikið diplomleiðaraútbúgving.

Í 2010 gjørdist hon leiðari av nýggjari bráðdeild á Slagelse Sygehus, og var við til at byggja deildina upp frá byrjan av.

Lene Juul Hallig er av føroyskari ætt, og hevur fleiri ferðir vitja í Føroyum.

Hon byrjar í nýggja starvinum tann 1. desember.