Sjúrður Skaale hevur sligið sítt egna met

Eftir samanteljing av 46 av 57 valstøðum hevur Sjúrður Skaale fingið 3.806 atkvøður

Tað er nett sama talið av atkvøðum, sum hann fekk á valinum seinast, sum er hansara met.

 

Enn mangla atkvøður úr teimum stóru valdømunum sum eitt nú Havnini, Klakvík, Rúnavík, Argjum, Hoyvík.

 

Lítil ivi er um at Sjúrður Skaale tekur øll met í persónligum atkøvðum á fólkatingsvali – og á valum yvirhøvur í Føroyum.