– Eg haldi, at fólk uttan fyri politisku skipanina skulu áseta løn og alt sum har til hoyrir hjá politikarum.
Tað sigur Sjúrður Skaale, sum er ein av teimum 14 fólkatingslimunum, sum hava svarað Ekstrablaðnum, sum hevur spurt allar teir 179 fólkatingslimirnar ymiskt í sambandi við løn teirra.
Júst sum Sosialurin í dagsins útgávu hyggur eftir lønar- og eftirlønarviðurskiftum hjá løgtingsfólki, so hevur Ekstrablaðið í dagsins útgávu hugt eftir somu viðurskiftum hjá donskum politikarum.
Føroyingar plaga at gera sum danir – og tað hava løgtingsfólk eisini gjørt, tá tey hava "samráðst við seg sjálvi um sína egnu løn og eftirløn".
Lesið eisini: Kunnu spara milliónir í løgtingspensjónum
Sigast skal undanfarna landsstýri og løgtingi til rós, at tey broyttu hesi viðurskfiti hjá landsstýrisfólki. Har er eftirlønin normaliserað. Harvið sparir landið, sambært metingum sum fyrr eru gjørdar, einar 50-60 milliónir fyri hvørt landsstýrisskeið í eftirlønum, sum komandi ættarlið skulu gjalda politikarum.
Løgtingsfólk fáa framvegis somu gyltu pensjón, sum landsstýrisfólk fram til 15. september 2015 fáa. Men landsstýrisfólkini skulu bara arbeiða í 8 ár fyri at fáa fulla pensjón. Løgtingsfólk skulu tó arbeiða í 16 ár fyri at fáa fulla pensjón. Fólkið annars skal arbeiða 37 ár fyri at fáa fulla pensjón.
Ekstrablaðið hevur millum annað roknað út, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur tjent 30 milliónir krónur sum politikari – og hann hevur fyri langari tíð síðani eisini tryggjað sær fulla lívslanga pensjón upp á 578.000 krónur um árið – tað er góðar 48.000 krónur um mánaðin, sum hann fær frá tíð hann verður 65 til hann doyr.
Lesið eisini: Aksel nógv bíligari enn Anfinn og Jóannes
Eins og tað var í Føroyum til í fjør, so skulu danskir ráðharrar arbeiða í 8 ár fyri at røkka fullari pensjón. Fólkatingslimir skulu arbeiða í 20 ár – fýra á longri enn løgtingsfólk.
Ein nevnd hevur síðani 2014 arbeitt við einum uppskoti um nýggja lønar- og eftirlønarskipan fyri politikarar. Nevndin mælir til at hækka lønirnar og at taka burtur gyltu pensjónina og lata politikarar – akkurát sum onnur fólk – gjalda inn til eina persónliga pensjónsskipan. Men at kalla allir flokkar í Fólkatinginum hava vent tummilin niður.
Ein fólkatingslimur fær 625.000 krónur í løn umframt eitt ískoyti upp á 137.000 krónur. Tað er tilsamans 762.000 krónur um árið ella 63.500 krónur um mánaðin.
Løgtingsfólk fáa 37.032,54 krónur í løn umframt skattafrítt ískoyti upp á 2.000 kr – um 40.000 krónur um mánaðin.