Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, er fúsur at stilla upp til komandi løgtingsval.
Tað sigur hann, tá vit spyrja hann, um hann verður at síggja millum valevnini til løgtingsvalið. Sjúrður Skaale er ikki limur í løgtinginum, tí hann stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval. Tá hann stillaði upp til fólkatingvalið 15. september í 2011, var hann løgtingsmaður fyri Tjóðveldi. Tá boðaði hann frá, at varð hann valdur á Fólkating, so fór hann ikki at stilla upp til løgtingsvalið, sum varð 29. oktober í 2011.
Men tann støðan er broytt nú.
– Ja, eg havi fingið at vita, at eg verði biðin um at stilla upp. Og eg havi tikið støðu til, at eg fari at stilla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, sigur Sjúrður Skaale.
Men hann sigur kortini, at verður hann valdur á Fólkating, so tekur hann fólkatingsarbeiðið fram um løgtingsarbeiðið.
– Vit í Javnaðarflokkinum hava gjørt eina samtykt um, at tað ber ikki til bæði at reka løgtings- og fólkatingsstarvið í senn. Tí ber tað ikki til hjá sama persóni at sita á Løgtingi og Fólkatingi samstundis.
– Skuldi tað hent, at eg verði valdur á Fólkating áðrenn løgtingsvalið, so vita veljararnir, at eg fari ikki at taka sæti á Løgtingi, sigur Sjúrður Skaale, sum síðani 15. september 2011 hevur verið fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Sjúrður Skaale varð valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2008. Men hann fór úr Tjóðveldinum í 2011. Eftir at hava verið leysgangari á tingi eina tíð, meldaði hann seg inn í Javnaðarflokkin – og hann gjørdist høvuðsvalevni hjá flokkinum á fólkatingsvalinum í 2011 og vann á Tjóðveldinum og Høgna Hoydal.