Sjúrður Tollkasson sleipaður úr Gdansk til Skagen

Væntandi verður skipið liðugt og latið eigarunum í Gøtu seint á vári í 2026

- Skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er bygdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í  Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen.

 

Tað veit heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu at siga í dag.

 

- Sjúrður Tollaksson verður væntandi í Skagen fyrrapartin hósdagin.

 

Lagt verður aftrat, at skipið verður monterað og liðugtgjørt á Karstensens Skipsværft í Skagen.

 

- Væntandi verður Sjúrður Tollaksson liðugur og leveraður til Varðan seint á vári 2026, upplýsir reiðaríið í Gøtu.

 

Hitt skipið, sum Varðin í Gøtu eisini letur byggja, hevur fingið navnið, Dunga Jákup - eftir Jákupi Jacobsen, sála.