Fótbóltur
Tað man ikki vera komið ofta fyri, at VB so ruddiliga verður latið úr á heimavølli, men tað var støðan, tá teir sunnudagin tóku ímóti Skála.
Tað kann væl vera, at VB í løtuni er í eini endurbyggingarfasu, og tað merkist eisini sera væl, at Símun Samuelsen nú er í Íslandi, eins og Edvard Ble var leikbannaður hesaferð. Men tað skerst framvegis ikki burtur, at tú skalt hava eitt gott lið, um tú ætlar tær at fara úr Vági við einum 5-1 sigri í viðførinum.
Við fullari ferð
Og tað var alt fyri eitt greitt, hvønn vegin tað skuldi ganga. Heldur enn at fara varisliga til verka, so gjørdi Skála júst soleiðiðs, sum teir so oftani áður hava gjørt. Við fullari ferð varð lagt út, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Jónhard Frederiksberg hevði skotið liðið á 1-0, tá hann gjørdi sær dælt av verjumistakið hjá VB.
Hetta gav bara Skála enn meira luft, og næstu longu løtuna trýstu teir vágbingarnar í botn. Inn um Bjarna Johansen í VB-málinum fór bólturin tó ikki, og so líðandi komu vertirnir eisini alt meira við í dystin.
Beint fyri hálvleik eydnaðist teimum eisini at javna, tá Poul N. Poulsen sendi eina frísparksperlu upp í nærmasta tríkant av brotsteigarhorninum, og so mundu fleiri av heimaáskoðarunum rokna við, at møguleikin fyri stigum var ikki heilt eingin kortini.
Hjá Skála mundi tað kennast sum vátur vøttur at fáa í andlitið beint fyri steðgin, men hetta tóktist tó á ongan hátt at nerva liðið, tá farið varð út til seinna hálvleik.
Snøgt sagt, so sat Skála nú á øllum. Hóast tað gekk ein løta, áðrenn málini eisini komu á talvuna, so skolaðu álopini oman VB-málinum. Og eftir einum korteri varð mest sum alt avgjørt, tá Bjarni Jørgensen við tøttum millumbilum skeyt tvey mál.
Vágbingar mundu nú ásanna, at slagið var tapt, men hóast tryggu leiðsluna, so vildi Skála ikki seta ferðina niður. Jónhard Frederiksberg skoraði enn einaferð, áðrenn avloysari hansara, Rói Jacobsen, sløkti veitsluna við sínum fyrsta málið í fremstu føroysku mansdeildini.
Favorittar
Eftir at dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, kundu skálamenninir umvegis útvarpið fylgja við seinasta partinum av dystinum millum NSÍ og B36 í Runavík. Tann dysturin endaði við sigri til runavíkingar, og so er Skála altso oddaliðið í Formula-deildini. Og tá talan er um eina støðu, framvegis stendur við, nú 20 umfør eru farin aftur um bak, ber illa til at tosa um tilvild, og at hópurin hjá liðnum er ov tunnur til at halda eitt heilt kappingarár.
Veruleikin er, at Skála í løtuni má metast sum fremsti FM-kandidaturin. Ikki bara eru teir ovastir á talvuni. Eftirverandi dystarskráin tykist eisini geva Skála ein fyrimun fram um hini oddaliðini. Ikki minst tí teir enn eiga heimadyst á móti HB, eins og tey bæði havnarfeløgini í seinasta umfarinum skulu spæla seinasta innanhýsis dystin.
Men talan verður framvegis um lykladystir. Ikki minst kann tað gerast sera avgerandi, hvussu leikur fer, tá Skála fer á vitjan í Runavík, og longu nú kunnnu fólk so smátt fara at gleða seg til eitt brak, tá HB kemur á vitjan. Tað er ein dystur, sum lættliga kann vísa seg at gerast gulldysturin, tá trífalda meistaraliðið kemur á vitjan.
Lykladystir fyri framman
Hjá VB er støðan ikki heilt so hugagóð. Enn halda teir sær omanfyri strikuna, men munurin niður til KÍ er bara tvey stig. Komandi dystirnir fara helst at verða sera avgerandi í so máta. Fyrst skulu vágbingar til Havnar, har B36 er mótstøðuliðið, og síðani bíða tveir dystir, sum báðir mugu roknast sum sonevndar seks-stiga uppgerðir. ÍF á útivølli og KÍ á heimavølli eru dystir, sum skulu geva úrtøku, um sleppast úr botnstríðnum.