Skálamenn eru við at rigga av í Trongisvági, og sum tað tørnaði út í dag, so er tað greitt, at skálamenn næsta ár fara at spæla í næstbestu deildini.
Sorin Anghel hevur skrivað undir uppá, at hann skal standa á odda, tá ið Skála fer at stríðast fyri at sleppa upp aftur í bestu deildina, og nógvir av ungu monnunum, sum hava verið við í ár, fara at hjálpa venjaranum við tí arbeiðnum.
Í eitt korter – frá 71. og fram til 85. minutt – skoraði TB trý mál. Málskjúttar vóru útlendsku spælararnir Filip Obadovic, Mark Kongstedt og Sebastian Kronere.
Skálamenn góvu ikki skarvin yvir, og síðstu lítla løtuna var um reppið, at skálamenn javnaðu. Innskifti Jákup Bergsson Johansen minkaði um munin til 3-1, og Niels Pauli Danielsen umsetti brotsspark til 3-2.
TB hevur vunnið tveir sigrar á heimavølli í ár. Tann fyrri var 23. august, tá ið TB vann 1-0 ímóti Skála, og tann seinni var í dag, og aftur var tað ímóti Skála.
TB endaði á áttanda plássi við 18 stigum.