Skála hevur nógv at liva upp til

Skála var kanska best spælandi fótbóltsliðið í kappngini í fjør, men seinastu dystirnar misti liðið luftina og endaði á triðja plássið. Eftir góða árið í fjør, hevur liðið nógv at liva upp til í ár

Skála er seinastu árini sníkjandi blivið til eitt av bestu liðunum í landinum. Fyrstu tvey árini í bestu deildini vóru trupul, og Skála var tvær ferðir um reppið at flyta niður. Men síðani er sum vent í holuni, og í fjør gjørdi Skála seg av álvara galdandi í hinum endanum av kappingini  í toppinum
Skála stóð helst fyri tí mest undirhaldandi fótbóltsspælinum í kappingini í fjør, og úrslitini vóru eisini góð. Móti endanum av kappingini var tað, sum at liðið mist luftina og dragnaði í kappingini um gullið. Skaðar og leikbann ávirkaðu úrslitini hjá liðnum, sum tó kláraði at halda fast um bronsumerkini.
Eftir avrikið í fjør eru tað nú forvæntningar til, at Skála skal klára seg væl aftur í ár. Tað verður ikki líka lætt hjá teimum orangulittu at taka hini feløgini á bóli í ár, og nú skal liðið alt í einum liva upp til stórar vónir.
Hetta er ein øðrvísi uppgáva hjá spælarunum á Skála-liðnum, men teir hava nú fleiri ára royndir frá bestu deildini, og sjálvsálitið eigur at vera gott eftir kappingina í fjør.
 
Nógvar broytingar
Skála hevur mist nakrar av sínum t!ðandi spælarum frá í fjør. Serliga kann missurin av miðvallarspælaranum Nenad Stankovic fara at kennast dyggur, men eisini rumenin Iulian Florescu var ein t!ðandi spælari á liðnum. Hanus Thorleifsson, sum nú er komin inn í landsliðshitan, er farin til B36 at spæla, og harafturat er ein annar rumeni eisini farin burturav síðani í fjør.
Skála hevur fingið nakrar spælarar afturat síðani í fjør. Fleiri ungir spælarar eru komnir upp frá ungdómsdeildini, men felagið hevur eisini fingið tríggjar spælarar frá øðrum føroyskum feløgum.
Poul N. Poulsen er komin úr VB, Levi Hanssen úr B36 og Debus Danielsen úr NSÍ. Hetta eru alt ungir og evnaríkir spælarar, men teir hava ikki drúgvar royndir frá fótbólti í bestu deildini.
 
Lyklaspælarar halda fram
Hóast onkrir av spælarunum, sum eru farnir av liðnum, fara at verða saknaðir, so kann Skála fegnast um, at fleiri aðrir lyklaspælarar halda fram í felagnum. Pauli G. Hansen hevur stóran t!dning á miðvøllinum, og í álopinum er Jónhard Frederiksberg vandamikil og virkin. Eisini spælarar sum Arnhold Berg, Aleksandur Johansen, Bogi Gregersen, Pætur Dam Jacobsen og Bjarni Jørgensen verða við aftur í ár, og teir hava fyrr víst sínar dygdir.
Venjari hjá Skála er framvegis Johan Nielsen, sum er mest royndi føroyski fótbóltsvenjarin yvirhøvur. Hansara miðvísa og góða arbeiði á Skála hevur langt síðani givið úrslit, og hann er neyvan ráðaleysur, nú fleiri skiftingar skulu gerast á liðnum hjá Skála.