Skála karmur um steypabrak

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini hjá monnum verður í kvøld í høllini á Skála. StÍF tekur móti VÍF.

 

Dysturin er ein endurtøka av landskappingardystinum um vikuskiftið, har VÍF vann við fimm málum, 25-20 í Vestmanna.

 

StÍF hevur annars fingið nøkur góð úrslit á heimavølli. Millum annað fekk oddaliðið, KÍF, oyruni í maskinuna, tá teir vitjaði á Skála fyri jól.

 

Dysturin millum StÍF og VÍF byrjar klokkan 19.30.

Coca Cola Cup menn - hálvfinalur:

Í dag:

StÍF – VÍF 19.30(Beinleiðis á Rás2)

Í morgin:

KÍF – H71 20.00(Beinleiðis á Rás2)