Fótbóltur er og verður eitt undarligt spæl. Næstsíðsta sunnudag var KÍ í Runavík. Tá vóru klaksvíkingar svangir. Teir stríddust sum fyri lívinum, og teimum eydnaðist at vinna 1?0. Tað var ein góður KÍ sigur ímóti NSÍ, sum var annað av oddaliðunum.
Sunnudagin vitjaðu klaksvíkingar aftur á Skálafjørðinum. Hesa ferð vóru teir vestaru megin fjørðin. Vertirnir vóru skálamenn, sum ongantíð hava roynt annað í 1. deild enn at vera botnlið.
Tá KÍ var í Runavík var heimafylgið ikki serliga stórt. Misjøvnu avrikini tóktust ikki hava skundað undir hugin hjá fótbóltsglaðu klaksvíkingunum at fara um fjørðin. Eftir útisigurin á NSÍ var avgerðin løtt at taka. Nógv KÍ viðhaldsfólk vóru fyri fyrstu ferð til landskappingardyst í 1. deild á Skála. Men mótsatt tá KÍ var í Runavík, so hilnaðist tað ikki væl á Skála. Úrslitið var 2?2, og tað var bæði eitt vónbrot, og upp á ein máta eisini ein lætti hjá KÍ.
Fyrsta løtan bar boð um, at KÍ skuldi vinna. Sum tá B68 var á Skála mikukvøldið var stórur fjáltur á heimaliðnum fyrstu løtuna. Gestirnir høvdu nógv størsta partin av spælinum, og spurningurin tóktist vera, nær hol fór at koma á, og hvussu stórur útisigurin fór at verða.
KÍ kom á odda, men teir megnaðu ongantíð at binda um. Ofta stóð nógv á frammanfyri Eugen Voda og kring Paula Poulsen og liðformannin Dánial Hansen, sum hesa ferð var í miðverjuni, men tyngdin og svongdin, sum eru so alneyðug fyri at vinna allar fótbóltsdystir, vóru ikki so stór, sum tað sást, tá KÍ var í Runavík. Kurt Mørkøre sendi í tvørtræið, og Bárður á Lakjuni, sum framvegis eigur fyrsta málið í landskappingardysti fyri KÍ til góða, sendi úr góðari støðu og beint á góða málverjan.
Eftir steðgin vóru klaksvíkingar ikki so grammir fyrstu løtuna. Sum í dystinum ímóti B68 loysnaði spælið hjá heimaliðnum meiri eftir stegðin, og teir fingu stóra úrtøku burtur úr møguleikunum. Eftir lítlari løtu vóru teir frammanfyri 2?1, og harvið var møguleiki fyri, at fyrsti sigurin í bestu deildini bara skuldi vera ein hálvan tíma burtur.
KÍ vaknaði sum við kaldan dreym. Sambært spælbýtið hevði tað verið heilt órímuligt, um teir einki høvdu fingið burturúr. Erling Fles varð settur á vøllin fyri at styrkja álopspartin, og tað eydnaðist at javna. Tá restaðu tað tíggju minuttir. Tí kundi tað roknast við, at KÍ fór at leggja nógv fyri í royndini at fáa sigursmálið. Men krútið tóktist at vera uppi. Skálamenn vóru ikki moyrari enn so av brúdleypinum leygarkvøldið hjá miðverjanum Bent Djurhuus, at teir megnaðu at halda tørn.
Málini
Hjalgrím Elttør skoraði einasta málið í 1. hálvleiki. Hjalgím hevur havt ilt við at vísa máltevið í bestu deildini, sum hann hevur verið so kendur fyri í yngru deildunum, men nú hevur hann skorað tvær ferðir upp í slag. Í Runavík var tað Kurt Mørkøre, sum átti uppspælið. Hesa ferð var tað Allan Mørkøre, sum stakk fram ímillum í vinstru. Hjalgrím rann frá verjuni, og tá Eugen Voda kom út ímóti, setti Hjalgrím bóltin ímillum nærra stólpan og málverjan.
Eftir steðgin javnaði Gigi Callo, sum hesa ferð var einsamallur rumeni úti á vøllinum. Málið var sera átókt tí, sum Fríðin Ziskason skoraði fyri B68 mikukvøldið. Hornaspark úr høgru varð lagt flatt út frá, og rumenski framrættaði miðvallarin smekkaði flatt ímillum vinir og fíggindar og framvið Meinhardti Joensen í KÍ málinum.
Lítla løtu seinni var Skála frammanfyri 2?1. Dánial Hansen spældi høgt og langt diagonalt úr í vinstru, har Alexander Johansen gjørdist leysur. Tá hann kom ímóti málverjanum valdi hann ósjálvsøkið at spæla Marius Joensen, sum var uppaftur meiri leysur, og so var stórur fagnaður á Skála, har tey tevjaðu deymin frá uppgerðunum í steypakappinginiímóti KÍ. Klaksvíkingar vildu vera við, at talan var um rangstøðu, men tað metti dómarin ikki.
So smoygdi KÍ seg í arbeiðshamin, og tað eydnaðist Erlingi Fles at javna, tá long sending varð send upp um vongverjan hjá Skála í vinstru, og innskifti maðurin gjørdist leysur í høgru.
Skála: Eugen Voda ? Ronnie Hansen, Dánial Hansen, Pauli Poulsen, Arnhold Berg ? Tummas Olsen, Rúni Rasmussen, Gigi Callo ? Jónhard Frederiksberg, Marius Joensen, Alexander Johansen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Ove Nysted, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Allan Mørkøre, Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni