Skála og 07 Vestur vunnu

07 Vestur og Skála halda kósina til Effodeildina.

 

Á heimavølli í Sørvági vann oddaliðið í 1. deild, 07 Vestur 1-0 á EB/Streymi aftaná hálvleiksstøðuna 0-0. Sigursmálið hjá 07 Vestur skeyt Holgar Durhuus.

 

Skála vann 2-0 á Víkingi í Leirvík. Ólavur Mikkelsen legði Skála á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki staðfesti Brian Jacobsen sigurin hjá Skála.

 

07 Vestur hevur 56 stig fyri 23 dystir. Skála hevur 51 stig fyri 23 dystir, og eru skálamenn nú ósigraðir í 21 dystum.

 

AB hevur 46 stig fyri 22 dystir. AB kann tó koma uppá 49 stig, um teir vinna ímóti KÍ í dystinum norðuri í Klaksvík, sum byrjar klokkan 18.

 

Vit hava meir um 1. deild seinni í kvøld.

 

Ì ljóðbrotinum hoyrist samrøðan Tróndur Arge hevði við unga Skála-venjaran, Eliesar Olsen aftaná sigurin í Leirvík. Vit hoyra eisini eina samrøðu við 07 Vestur málverjan, Petur Meinhard Magnussen.