GÍ-Skála
Skálamenn fóru um Gøtueið við einum stigi. Hetta var triðja ferðin á rað, at teir ikki fingu fult. So mangar ferðirnar hava teir ikki fyrr í ár spælt uttan at fáa fulla úrtøku.
Skálamenn vóru umleið í bestu uppstilling hesa ferð. Teir høvdu bóltin nógv, teir vóru stinnir í nærdystnum, og teir vóru skjótir, men tað var striltið hjá teimum at spæla seg til málmøguleikar. Eitt er, at gjøgnumbrotsmegin hjá teimum kanska ikki er tann sama nú, sum hon var fyrr í summar, tá ið teir vóru eitt vet betri upplagdir, enn teir nú er tað.
Eitt annað er, at mótstøðuliðini nú taka Skála í størri álvara, enn teir gjørdu fyrrapartin av kappingini, tá ið mótstøðuliðið var eitt, sum tvey tey seinastu árini við neyð og deyð hevði sloppið sær undan niðurflytingini.
Nú verður Skála roknað sum mótstøðulið, sum hevur megnað at vunnið á øllum hinum. Tað hevur einki annað lið megnað.
Gøtumenn høvdu gjørt upp við seg sjálvar, hvussu teir skuldu syfta gamla venjaranum hjá teimum, Johan Nielsen, og hansara undirsáttum. Talan var um viging av egnum dygdum og veikleikum og av, hvussu stinnasta vápnið hjá gestunum, skuldi skerjast. Stinnasta vápnið hjá GÍ er álopsparturin. Har vóru landsliðsmaðurin Súni Olsen og venjarin Popczynski hesa ferð. Teir hava førleika at megna nógv hvør fyri seg og saman, og teir hava royndirnar.
Burtursæð frá Halli Hansen í málinum, og Poul Ennigarð, liðformanninum, sum hesa ferð var í miðverjuni, tí yngri beiggin, Kaj, var skaddur, eru royndirnar ikki so nógvar aftari á vøllinum. Miðvøllurin og verjan vóru væl pakkað saman á egnari hálvu. Tað hevði við sær, at tað var torført hjá Skála at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Mál og møguleikar
Onkra ferðina í fyrra hálvleiki vóru skálamenn nær við, men teir høvdu ongan heilt upplagdan málmøguleika. Beinanvegin eftir steðgin løgdu teir seg framum. Nenad var eftir leikbannið ímóti KÍ aftur á miðvøllinum, og har var hann góður styrkur. Jónhard var aftur í álopinum eftir skipstúr, og landsliðsmaðurin arbeiddi nógv.
Teir báðir áttu leiðslumálið, sum skálamenn fingu í 47. minutti. Jónhard fekk bóltin í høgra borði, sneiddi framvið tveimum á baklinjuni, áðrenn hann legði skrátt út frá. Eitt sindur uttanvert brotsteigarmarkið smekkaði Nenad til, og bólturin sang í netinum aftanfyri Hall Hansen.
At Skála hevði lagt seg framum bar við sær, at heimaliðið noyddist at leggja eitt sindur meiri í álopspartin. Tað gjørdu teir, uttan at teir kortini sleptu í verjuni. Súni Olsen og Popczynski órógvaðu Skála verjuna, teir vóru um reppið at fáa mál ta einu ferðina, og so eydnaðist tað hjá teimum.
Uppskriftin var tann sama báðu ferðirnar. Popczynski legði innfyri, og Súni Olsen nýtti høvdið. Í tí fyrra førinum brast bólturin í tvørtræið, og í tí seinna førinum eydnaðist tað eftir innlegg úr høgru at stýra bóltinum í kassan.
Út frá kortlistanum kundi ábending verið um, at talan var um harðliga spæla grannauppgerð. Fýra spælarar hjá Skála og fýra spælarar hjá GÍ sóu gult. Men talan var á ongan hátt um óregluligt avrik. Sammett við so nógvar aðrar ferðir fyrr í summar var talan heldur um eitt sindur spaka uppgerð.
Á báðum liðunum staðfestu spælararnir, at tað er torført at finna eina og somu linjuna hjá dómarunum. Hesa ferð varð okkurt gult kort givið fyri at trilla bóltin nakrar metrar burtur frá, har fríspark varð dømt, og onkur fekk fríspark fyri ikki serliga ógvusligt fríspark, sum var tað fyrsta hjá hesum spælaranum. Dómararnir royna sjálvsagt allir eftir besta førimuni at døma eftir ásetingunum, men tað er verri enn so altíð, at tær verða tulkaðar og nýttar á sama hátt, og tað ørkymlar spælararnar.
Krónurnar framvegis fyri nøsini
Skála hevur frá fyrsta umfari, sum var flaggdagin, havt málm fyri nøsini. Átta tey fyrstu umførini var tað gullið, sum teir luktaðu. Síðani hevur tað verið silvur og tvær tær seinastu vikurnar bronsan. Javnleikurin sunnudagin hevur við sær, at Skála neyvan fer at vinna silvur. Teir liggja væl fyri í kappingini um bronsumerkini, har teir eru fýra stig frammanfyri KÍ, men á Skála undirstrika teir staðiliga, at teir als ikki enn hava vunnið heiðursmerkini. Næsta vikuskifti verður ikki lættari av, at fleiri spælarar verða leikbannaðir, tá ið NSÍ fer at vitja.
GÍ skal í Gundadali royna at spæla FM vinnarunum í HB eitt puss. Tá verður tað kansa meiri upplagt at nýta taktikkin, sum varð nýttur á heimavølli ímóti skálamonnum.