Tað grettir næstan ikki, at tað endar javnt, tá ið teir næstbestu hjá Skála eru annað liðið, og sum oftast er úrslitið 1-1.
Tølini siga, at seks av teimum átta ferðunum í ár hevur Skálaliðið verið partur av javnleiki, og í dag var úrslitið fyri fjórðu ferð 1-1.
Í dag var næstbesta HB liðið gestur á Skála. Á HB liðnum vóru eitt nú Daniel Johansen, sum var á vøllinum alla tíðina, og Jógvan Skeel Nolsøe, sum noyddist smáskaddur av vøllinum í 63. minutti.
Fýra minuttir undan steðginum legði Jógvan Skeel Nolsøe HB framum. Eftir innlegg úr vinstru stýrdi hann við handara stólpa bóltin í málið. Lítla løtu áðrenn hann fór av vøllinum hevði Jógvan Skeel Nolsøe góða atsókn at skora, men Martin Danielsen í Skálamálinum bjargaði væl.
Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði Teitur Poulsen. Skála hevði lotið undan í seinna hálvleiki, tá ið Teitur úr 30 metrum sendi bóltin omanfyri eitt sindur uttarlaga stadda málverjan og í handara síðunetið.
Skála hevur 9 stig, og HB hevur 5 stig.
Um eina viku skal Skála spæla á útivølli ímóti Víkingi, og HB skal spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.