Skála størsti favoritturin

Aftur í ár ber til at vedda um føroyskan fótbólt á NordicBet. Og nú ber eisini til at gita, hvør verður meistari

Vedding

Eins og teir gjørdu tað í fjør, so fer veddingarfyritøkan, NordicBet.com, at hava dystir úr føroysku fótbóltslandskappingini í sínum útboði.
Oddsini til fyrstu dystirnar eru ásett, og sambært hesum, so er Skála størsti favoritturin at vinna sín dyst í hesum umfarinum. Oddsini hetta fyrsta umfarið síggja soleiðis út:

VB-ÍF2,103,652,50
GÍ-EB/S2,153,802,35
Skála-TB1,403,955,45
KÍ-HB2,253,802,25
B36-NSÍ1,703,353,80

Umframt einstøku dystirnar, so hevur NordicBet í ár eisini sonevndu vinnaraspølini, har tú longu nú kanst spæla uppá, hvør verður meistari í ár. Her er HB favoritturin hjá fyritøkuni, meðan B36 og KÍ eru næst í røðini.
Hartil ber eisini til at spæla sonevnt head-to-head. Tá skulu tvey lið veljast, og veddast skal so um, hvat av hesum verður fremri, tá allir 27 dystirnir eru leiktir. T.d. kann spælast HB-B36, har HB gevur pengarnar 1,65 ferðir aftur, og B36 2 ferðir.
Um spurningin, hvør verður føroyskur meistari, hevur veddingarfyritøkan annars hesi boðini. Tað kann sjálvandi verða justerað upp og niður, sum dystirnir líða.

HB2,10
B363,50
KÍ4,50
EB/S15,00
GÍ20,00
NSÍ30,00
Skála40,00
ÍF60,00
VB70,00
TB100,00