INTERTOTO
Onkuntíð hava tapini á útivølli í Intertoto verið stór. Tað eru tað fleiri føroysk feløg, sum kunnu skriva undir uppá. Sammett út frá tí kom Skála væl frá uppgávuni, tá ið teir sunnudagin vóru í Finnlandi og spældu ímóti Tampere United.
Finska liðið vann 2-0 í Føroyum, og sunnudagin vunnu teir 1-0. Málið skoraðu teir miðskeiðis í 2. hálvleiki, og harvið vunnu teir samanlagt 3-0.
Úr Finnlandi siga skálamenninir, sum ætlaðust at vera aftur í Vágum klokkan tíggju í gjárkvøldið, at mótstøðuliðið tóktist teimum væl stinnari á heimavølli, enn tað var, tá ið teir spældu á Svangaskarði:
- Teir spældu skjótari, og teir nýttu síðurnar nógv. Teir høvdu fleiri málmøguleikar, men teir megnaðu bara at skjóta eitt mál, og tað kunnu vit ikki minst takka stinna málverjanum hjá okkum fyri, sigur Hans Jákup Andreassen, formaður í Skála Ítróttarfelag, úr Helsingfors.
Skálamenn løgdu seg ikki aftur á vøllin at verja. Teir spældu við somu uppstilling, sum teir hava gjørt nógvar tær seinastu ferðirnar, og teir pakkaðu seg ikki niður á egnari hálvu.
- Vit vóru ofta í álopi, og vit høvdu eisini okkara málmøguleikar. Men tíverri megnaðu vit ikki at skjóta fyrsta málið í altjóða dysti, so allir spælararnir hava framvegis møguleika at vera okkara fyrsti altjóða málskjútti, staðfestir Skála formaðurin. Tveir teir størstu møguleikarnir komu, áðrenn Tampere United fekk mál. Bæðio Milic og Bjarni Jørgensen høvdu møguleikar at skjóta mál, men tað eydnaðist ikki.
Stóran týdning
Skála ferðaliðið fór úr Føroyum hósmorgunin ella morgunin eftir, at teir høvdu vunnið týdningarmikla 2-1 sigurin í Gundadali á HB. Ferðalagið steðgaði í Keypmannahavn inntil fríggjadagin. Eftir flúgvitúrin til Helsingfors koyrdu teir 180 kilometrar til Tampere, og leygardagin høvdu teir tvær venjingar.
Sigurin á HB bar við sær, at Skála er væl fyri í kappingini um heiðursmerkini, altjóða luttøku næsta ár og meistaraskapin, sum Skála enn ikki hevur vunnið. Og Hans Jákup Andreassen heldur, at ferðin til Finnlands eisini fyri restina av kappingarárinum fer at hava týdning fyri avrikini og harvið eisini úrslitini:
- Nú eru vit lidnir við altjóða avbjóðingina á hesum sinni. Vit taptu báðu ferðirnar, og tað var harmuligt, tí mótstøðuliðið var ikki stinnari enn so, at vit kanska kundu havt fingið stig frá teimum. Men eg ivist onga løtu í, at dystirnir ímóti Tampere og ferðin til Finnlands fer at vísa seg at hava týdning fyri samanhaldið millum spælararnar og felagið sum heild, og tað ivist eg ikki í fer at hava týdning.
Umstøðurnar at spæla í Tampere vóru góðar. Har var sól og stilli, og tað kom væl við, at hitastigini ikki vóru fleiri enn 20.
Ivi um Boga
Einasta minussið við dystinum í Tampere var, at Skála toppskjúttin, Bogi Gregersen, longu eftir átjan minuttir noyddist at taka seg burturúr stríðnum.
- Bogi fekk ein løst í lærið. Enn er ikki heilt greitt, um talan var um vøddaskaða ella ikki. Men tað fer sjálvandi at koma illa við, um Bogi ikki verður førur fyri at spæla í vikuskiftinum, tá ið vit skulu spæla torføra heimadystin ímóti NSÍ, heldur Skála formaðurin.
Skála hevur stinnar skiftisspælarar. Millum hesar er stórspælarin í hondbólti, Sveinur Justinussen, sum loysti Boga Gregersen av.
Fakta um dystin
Tampere United-Skála 1-0 (0-0)
1-0: Räsänen 67.
Skála: Vlada FILIPOVIC,- 6. Pætur Dam JACOBSEN, 5. Rúni RASMUSSEN, 11. Milic CURCIC Milic, 14. Iulian FLORESCU, 8. Bjarni JØRGENSEN, 16. Pauli G. HANSEN, 7. Nenad STANKOVIC, 9. Hanus THORLEIFSON (3. Jenes Christian GORGONARU, 84.) - 10. Jónhard FREDERIKSBERG (22. Arnhold BERG, 85.), 17. Bogi GREGERSEN (15. Sveinur JUSTINUSSEN, 18.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Eugen VODA, 2. Bárður DANIELSEN, 18. Volmar POULSEN, 19. Rói JACOBSEN
Gult kort: Pauli G. Hansen
Tampere samantaldur vinnari við úrslitinum 3-0