Skála vísti vegin

Hóskvøldið megnaðu fótbóltskvinnurnar á Skála tað, sum eingin av kappingarneytunum hevur megnað fyrr í ár.

Skála kvinnurnar vóru í Klaksvík og spældu ímóti suverena oddaliðnum, og úrslitið var 1-1, eftir at 1. hálvleikur var málleysur.

Rannvá B. Andreasen legði heimaliðið framum í 48. minutti, og í 78. minutti javnaði Ásgerð Káradóttir.

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at KÍ ikki vann fulla úrtøku.

Nú øll liðini hava spælt 8 dystir, er KÍ nógv fremst. KÍ hevur 22 stig, AB og unga Skála liðið hava 15 stig, Víkingur hevur 10 stig, EB/Streymur hevur 5 stig, og MB hevur eitt stig.

Longu sunnudagin klokkan 16 hittast Skála og KÍ aftur. Tann dysturin verður á Skála.

 

9. umfar

Víkingur-AB: Dia Lamhauge kl. 13.00

Skála-ÍF: Kári á Høvdanum kl. 16.00

EB/Streymur-MB: Kim Poulsen kl. 15.00