Skála vendi dystinum

Skála-LÍF 3-2 (1-2)

Hóast teir eitt skifti vóru undir við tveimum málum, so megnaði Skála at halda fast um oddasessin í bestu deildini

 

2. deild


Tað var ikki væntandi, at leirvíkingar skuldu gera stórvegis við skálamenn, tá dystur var millum liðini bæði leygardagin.

Hvussu var og ikki, so fingu skálamenn ein rættiligan skelk, tá farið varð ígongd, tí vi málum frá Peturi Sjúrðarberg og Tomek Resel høvdu leirvíkingar brádliga lagt seg á odda við tveimum málum móti ongum.


Fullu ikki í fátt

Skála hevði onkrar leikarar uttan fyri, og kundu tí ikki stilla við sterkasta liðnum, men at fáa eina slíka byrjan upp á dystin, høvdu teir neyvan droymt um.

Teir fullu tó ikki í fátt av teirri orsøk, men settu heldur ferðina upp í eini roynd at trýsta mótstøðumenninar, og hetta gav eisini úrslit, tá Arnold Berg minkaði um munin fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki legði Skála alt fyri eitt trýst á mótstøðumálið. Leirvíkingar royndu í sín part at verja tepru leiðsluna, men hetta eydnaðist teimum.

Innskifti Alexandur Johansen, javnaði fyrst, áðrenn hann eisini legði Skála framum, men seinna málið noyðist Alexandur helst at geva Paula Hansen heiðurin fyri. Pauli snýtti at kalla alla LÍF verjuna við einari rørslu, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Alexandur, sum bert skuldi rulla bóltin inn í tóma málið.


Skála-LÍF 2-3

1-0: Petur Sjúrðarberg

2-0: Tomek

2-1: Arnold Berg

2-2: Alexandur Johansen

3-2: Alexandur Johansen