Hon er 40 ára gomul, gift og eigur trý børn. 1. januar tekur hon við sum skúlastjóri í einum av størstu skúlunum í Føroyum.
Seks umsøkjarar vóru til starvið, og av teimum var Eyðdis Baldvinsson einasti kvinnuligu umsøkjari.
Hóast stórur partur av lærarunum í fólkaskúlanum eru konufólk, so síggjast tær ikki aftur í leiðandi størvum.
Eitt mótprógv
Spurd, hvussu tað ber til, at so fáar kvinnur eru skúlastjórar, sigur Eyðdis Baldvinsson, at tað ofta verður sagt at konufólk ikki bjóða seg fram, og at hon, við at søkja stjórastarvið, vil afturvísa hesum.Tað var eisini ein orsøkin til, at hon søkti starvið, umframt at hon fegin vil geva sítt ískoyti til nýggju fólkaskúlalógina.Eyðdis Baldvinsson fekk læraraprógv í 1982. Hon var eitt stutt skifti lærari á Sandi, men hevur síðani arbeitt áVenjingarskúlanum í 16 ár.
Á skjótt gamla arbeiðsplássi hennara, hava lærarar nú í tvey ár arbeitt eftir nýggju fólkaskúlalógini, og hava roynt eitt sindur av hvørjum, sum Eyðdis Baldvinsson tekur til.
Skúlin í broytingaríð
Skúlin er í eini broytingartíð, og tað verður tí spennandi at arbeiða innan fólkaskúlanum komandi árini, sigur nýggi skúlastjórin.
Hóast eg ikki kann siga stórvegis um framtíðar ætlanir og tílíkt, so vænti eg mær nógv av tí, sum eg skal vera við til at byggja upp, sigur Eyðdis Baldvinsson.
Einir 40 lærarar og umleið 500 næmingar eru á Eysturskúlanum. Umframt ymsar fyrisitingarligar uppgávur, skal hon eisini undirvísa nakrar tímar um vikuna, og vera starvsfólkaleiðari.
Fyribils fer Eyðdis Baldvinsson at seta seg inn í viðurskiftini á Eysturskúlanum, sum hon ikki kennir so væl, av tí at hon ongantíð hevur arbeitt har. Harnæst at fáa gott samstarv við læraranar o.s.fr..
Hvat metir tú sum fremsta uppgáva innan skúlan í dag?
Skúlanæmingarnir eru mest týðandi tilfeingið í samfelagnum, og tí er tað tað týdningarmesta arbeiðið at virka sum lærari. Umframt tað bókliga, so skulu vit eisini venja børnini til at gerast góður samfelagsborgarar, sigur Eyðdis Baldvinsson.
Setur krøv til lærarnar
Nýggja lógin letur hurðaranar upp í flokshølinum, og ber í sær m.a. at lærarin ikki er so einsamallur í sínum arbeiði. Nú noyðast vit at samstarva, og tað haldi eg vera spennandi og góð gongd í skúlanum.
Tað er eisini gagnligt fyri næmingarnir, men krevur meir av lærarunum, sigur Eyðdis Baldvinsson.