Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var fáorðaður eftir, at samráðingarnar millum Føroyar og Rusland vóru slitnaðar. Samráðingarnar millum Føroyar og Rusland um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri komandi ár endaðu í dag úrslitaleysar.
Seinnapartin var ikki greitt, nær partarnir hittast aftur til nýggjar samráðingar.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði seint í dag, at partarnir ætlandi skulu hittast aftur rímiliga skjótt, sum hann tók til, men segði seg ikki duga at siga í løtuni, um tað verður í hesum árinum.
Landsstýrismaður var fáorðaður um samráðingarnar, sum verið hava við russar síðan mánadagin og duldi ikki fyri, at Skálaberg-málið hevur fylt rættiliga nógv hesar dagarnar.
- At russar hava afturhildið skipinum í Murmansk í næstan tvær vikur, hevur tyngt samráðingarnar rættiliga nógv.
Jacob Vestergaard sigur, at hóast Skálaberg-málið ikki hevur verið partur av fiskiveiðisamráðingunum, hava fundirnir stundum verið avbrotnir, og tosað hevur í staðin verið um hetta mál.
Landsstýrismaðurin vildi annars ikki siga nakað serligt um, hví samráðingarnar við russar ikki bóru á mál á hesum sinni.
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, sum hevur luttikið í hesum fiskiveiðisamráðingum, hevur eisini sagt, at Skálaberg-málið hevur kastað stórar skuggar yvir hesar samráðingarnar millum Føroyar og Rusland.