Skálaberg eitur ikki longur Skálaberg. Sklipið hevur nú fingið navnið Ushuaia og er undir argentinskum flaggi. Teir seinastu dagarnar hevur trolarin verið í Skagen, har ymiskt er gjørt við hann. Millum annað er hann málaður reyður.
Skálaberg liggur í dokk beint við liðuna av bryggjuni, har tann nýggja skipið hjá partafelagnum Hvamm í Gøtu liggur, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.