Skálaberg við í stórari altjóða kanning av uppsjóvar-kongafiski norðanfyri. Skálaberg fer næst 2 vikurnar at gera kanningar fyri Fiskirannsóknarstovuna norðan fyri Føroyar.
Kanningarnar eru partur av stórari altjóða verkætlan, ið hevur til endamáls at meta um útbreiðslu, nøgd og uppruna hjá tí uppsjóvar trantkongafiski norðanfyri, ið m.a. føroysk skip hava fiskað seinastu árini, serliga í smoguni.
Upprunaliga var ætlanin, at 5 lond skuldu verða við, men tá avtornaði kundu bert Føroyar, Noreg og Russland taka lut.
Umframt vísindaliga manning frá Fiskirannsóknarstovuni, er tó eisini ein íslendskur fiskifrøðingur við Skálaberg.
Kanningarnar verða gjørdar við ekkóloddi, og siglingarleiðin sæst á Mynd 2. Úrslitini verða væntandi tøk seinast í september, skrivar Fiskirannsóknarstovan á heimasíðu síni.