- Ætlanin at byggja skúladepil í Marknagili, skal steðgast. Ístaðin fyri, at játtanin brúkast at byggja Fróðskaparsetrið út.
Tað heldur Jógvan Skorheim, tinglimur í Sjálvstýrisflokkinum.
Sostatt er greitt, at Sjálvstýrisflokkurin, sum er í samgongu, leggur seg upp at teimum í samgonguni, sum eru sinnað at endurskoða ætlanina, soleiðis, sum vit hava umrøtt á Portalinum fyrr í dag
Og sostatt er eisini greitt, at grundarlagið undir Skúladeplinum í Marknagili er farið at ridla av álvara.
- Ístaðin fyri at byggja Skúladepilin í Marknagili, eiga vit heldur brúka pengarnar uppá at bøta um umstøðurnar á Fróðskaparsetrinum, staðfestir Jógvan Skorheim.
Hann heldur, at ístaðin fyri at byggja ein nýggjan miðnámsskúla eiga vit heldur at leggja dent á útbúgvingar á hægri støði.
- Tað er eingin ivi um, at vit eiga at geva Fróðskaparsetrinum betri umstøður, soleiðis at vit fáa fleiri útbúgvin fólk í Føroyum, tí hetta er besti møguleiki fyri at steðga fólkafráflytingini.
- Tað hevur størri týdning enn at byggja ein nýggjan miðnámsskúla, heldur hann.
Í staðin fyri at byggja Skúladepilin, mælir hann heldur til at seta 100-200 milliónir av til at gera ábøtur á teir miðnámsskúlar, sum eru og restin av pengunum og restin eigur at verða brúkt til at byggja Fróðskaparsetrið út fyri.
Hann heldur, at verða ábøtur gjørdar á miðnámsskúlarnar, sum eru, klára teir at nøkta tørvin, tí tað hava ongantíð verið so nógvir miðnámsskúlanæmingar sum nú og samstundis eru allir skikkaðir næmingar slopnir inn.