Skúladrongur úr Vanløse í starvsvenjing hjá P/F Wenzel

Hetta er tíðin tá fleiri av teimum, sum ganga á framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum eru í starvsvenjing á teimum ymisku arbeiðsplássunum í landinum. Torkil H. Sørensen úr Vanløse er í starvsvenjing hjá P/F Wenzel

Tað er heldur óvanligt, at tey ungu velja at vera í starvsvenjing uttanfyri sítt egna land. Torkil H. Sørensen, sum gongur í 8 flokki í Kirkebjerg Skole í Vanløse, ynskti at koma í starvsvenjing í Føroyum. Torkil, ið er hálvur føroyingur, setti fram ynski um at sleppa at arbeiða á einari føroyskari fyritøku. Av tí at mammubeiggi hansara, Anthonius Dalsgaard, er verkførari á bilverkstaðnum hjá P/F Wenzel í Havn, kontaktaði skúlin fyritøkuna, og har var einki til hindurs fyri, at Torkil kundi koma í starvsvenjing hjá teimum.
Starvsvenjingin í skúlanum har Torkil gongur er bert í eina viku, meðan vit í Føroyum hava tvær vikur. Men av tí at vetrarfrítíðin kom beint eftir starvsvenjingina, sleppur hann at arbeiða hjá P/F Wenzel báðar vikurnar. Torkil fer heim aftur komandi leygardag. Hann er væl nøgdur við starvsvenjingina og arbeiðsplássið. Tað er annarleiðis og ein broyting at koma til Føroyar at arbeiða. Spurdur um hvat hann ætlar sær at læra til, sigur Torkil, at sum nú er kundi hann hugsað sær at lært til maskinverkfrøðing, men hann er ungur enn, so tað kemur tíðin at vísa.