Verður tað, sum Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, og Vinnumálaráðið vilja, so verður næsta ár farið undir at bora millum Skálafjørðin og Suðurstreym, og so er ætlanin í 2012 at fara undir at bora undir Skopunarfjørð.
Vinnumálaráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við spurninginum um almennar íløgur og harvið eisini undirsjóvartunlar. Løgmaður segði í Degi í viku í gjárkvøldið, at ætlanin er, at uppritið, sum Vinnumálaráðið hevur gjørt skal leggjast fyri landsstýrið týsdagin í næstu viku. Ætlanin er eisini, at málið skal fáa víðari politiska viðgerð í næstu viku. Tað vil siga, at tað skal viðgerast í lítlu samgongu og síðani í samgonguni síðst í næstu viku.
Frá álítandi keldum veit Sosialurin, at niðurstøðan hjá Vinnumálaráðnum og Bjørt Samuelsen er, at bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin skulu leggjast í alment partafelag. Ætlanin er, at Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst, og at tað síðani verður farið undir Sandoyartunnilin. Uppskotið til tíðarætlan er, at tað í 2009 verður farið undir at bora millum Skálafjørðin og Suðurstreym, og at tað í 2012 verður farið undir at bora undir Skopunarfirði.
Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvørjar grundgevingarnar eru undir tilráðingini hjá Vinnumálaráðnum. Men tað er áður sagt fleiri ferðir, at um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur fyrst, so fer almenna partafelagið at fáa stórar inntøkur beinanvegin.
Tað verður ikki roknað við, at Sandoyartunnilin fer at geva nógv størri inntøkur, enn sjálvur raksturin fer at kosta. Tað vil siga, at har verður millum lítið og einki til rentur og avdráttir.
Eingin ivi er um, at talan verður um ógvuliga turbolenta politiska viðgerð í næstu viku. Undan viðgerðini er greitt, at partar av samgonguni ikki taka undir við uppritinum hjá Vinnumálaráðnum. Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum hava higartil aftur og aftur hildið rimmar fast um samtyktina, sum løgtingið gjørdi undan valinum. Tann samtyktin sigur, at tað skal farast undir Sandoyartunnilin 1. november í 2009.
Miðflokkurin boðaði fyri stuttum frá, at hann er ikki fyri, at Skálafjarðartunnilin verður lagdur í alment partafelag. Miðflokkurin vil, at Skálafjarðartunnilin verður gjørdur av privata partafelagnum, sum hevur arbeitt við verkætlanini, og sum kommunurnar kring Skálafjørðin eiga í.