Skúlakonsert á Viðareiði

Mikukvøldið var hugnalig konsert í skúlanum á Viðareiði, har skúlakórið og musikkskúlanæmingar, bæði av Viðareiði og úr Klaksvík, sluppu at royna seg

Børnini á Viðareiði vóru ógvuliga spent at vísa foreldrum og teimum, sum komin vóru at lurta, hvat tey dugdu.
                      Tey eru øll nýbyrjarar, men kortini var tað ein fragd at hoyra og síggja tey syngja og spæla.
                      Næmingakonsertin á Viðareiði var ein av mongu konsertunum, sum musikkskúlarnir skipa fyri kring landið.
Tað er ein góð íløga at nýta pening til frálæru í tónleiki. Í hvussu er, vísa kanningar, at tá børn sleppa at spæla ljóðføri, mennast tey skjótari og læra betur.
                      Royndir eru gjørdar í Kanada og vísti tað seg, at eftir eina 7 mánaða royndartíð, har børnini skuldu spæla eitthvørt ljóðføri, vóru týðilig framstig at síggja.
                      Tey børn, ið einki ljóðføri spældu, vóru á sama støði, sum frammanundan.
                      Í Føroyum hava royndirnar eisini verið góðar, tá børn sleppa at spæla
eitthvørt ljóðføri, siga tónleikalærarar.
                      Heilin verður nógv stimbraður við at spæla tónleik, tí tá er neyðugt at nýta fleiri sansir í senn.
          Eisini eru royndir gjørdar við truplum flokkum her heima. Øll børnini fingu høvið at spæla ljóðføri, og eftir eitt ár, var flokkurin fullkomiliga broyttur.
          Summir lærarar nýta tónleik at sissa børnini eftir spælið í fríkorterinum. Tað vísir seg, at tónleikur, fáar minuttir í byrjanini av tímanum, økir um konsentratiónsevnini.
Málið hjá musikkskúlunum í Føroyum er, at øll børn skulu fáa høvi at læra seg at spæla á ljóðføri.