Skálamenn eru favorittar í Klaksvík

Nógv vendir skeivan vegin, tá ið klaksvíkingar fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting móti skálamonnum, sum stríðast fyri framvegis at halda seg á FM kósini


UPPTAKT


Tað er nógv, sum sammett við ikki so gamla føroyska fótbóltssøgu vendir upp og niður, tá ið KÍ í morgin fer at fáa vitjan av Skála, sum fyrr í ár hevur vunnið 2-0 í Klaksvík. KÍ hevur vunnið FM seytjan ferðir, og Skála, sum er lutfalsliga nýtt í fremstu deildini, eigur framvegis fyrsta FM heitið á.
                      Men hesa ferð eru teir á Skála favorittar, tá ið teir fara til Klaksvíkar.
                      - Vit taka uppgávuna í størsta álvara. Fleiri elta okkum, og KÍ hevur sanniliga sítt at stríðast fyri, og tí verður tað torført. Tað verður neyðugt hjá okkum at arbeiða av fullum huga fyri søkini, staðfesta skálamenn, sum eru heilt væl fyri. Eingin er leikbannaður, og eingin er so mikið skaddur, at tað bilar.
                      Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen hava verið burturi frá venjing orsaka av landsliðsboðum, men teir komu báðir til hús aftur ómóðir, tí hvørgin teirra varð settur á vøllin mikukvøldið.
                      Hagtølini siga, at Skála ikki hevur tapt hesu megin summarsteðgin. Teir hava tapt tvær ferðir í ár. Fyrra ferðin var í 5. umfari, tá ið teir á heimavølli taptu 1-0 móti VB, og seinna ferðin var í 9. umfarinum, tá ið teir í Runavík taptu 1-0.
                      Í 22. umfarinum skal KÍ stríðast fyri at styrkja um sína støðu í botninum. Spurningurin er, um teir fara at gera tað við at leypa á, ella um teir fara at nýta sama mátan, sum fuglfirðingar nýttu á Skála fyri tveimum vikum síðani. Tá var tað um reppið, at ÍF fekk stig, og tað var rættuliga týðuligt, at tað líkaði skálamonnum ikki væl, at mótstøðuliðið lá aftarlaga og harvið syrgdi fyri at økið at spæla á gjørdist rættuliga avmarkað.
KÍ miðvallarin Høgni Madsen er leikbannaður eftir gula kortið í Gøtu, og Leon Bjartalíð verður ikki við. Hann varð í síðstu viku skaddur í fótinum undir venjing, og hann hevur ikki verið til venjingar í hesi vikuni.
                      Ove Nysted var leikbannaður í Gøtu. Hann er tøkur aftur. Tað er Kristoffur Jacobsen eisini. Hann hevur vitjað í sjálvum Bayern München og var tískil ikki við, tá ið KÍ vann 2-1 í Gøtu fyri tveimum vikum síðani. Eyðun Klakstein hevur vant tær seinastu vikurnar, og tað kann væl vera, at hann verður í hópinum í morgin.
                      Heðin á Lakjuni er einasti KÍ spælarin, sum síðstu vikuna hevur verið burturi frá venjing, tí hann hevur verið upptikin av landsliðskjansinum.
                      - Tað er framvegis langt á mál, áðrenn vit hava rokkið setninginum, sum er at sleppa burtur úr niðurflytingar hóttanini. Lagið undir venjingunum er gott. Áhugin er stórur, og vit hava vónir um, at tað við stuðli frá áskoðarunum skal eydnast at fáa úrtøku burturúr móti Skála, siga teir í Klaksvík.
                      KÍ hevur tapt fýra teir seinastu heimadystirnar, og fyrr í summar taptu teir 4-0 úti á Skála.