Føroya Ítrottalærarafelag bjóðar aftur í ár skúlunum at vera við til ta árligu skúlarenningina. Fyrstu ferð skipað varð fyri Norðurlendskari skúlarenning var í 1983, og er hetta sostatt 20. árið at runnið verður.
Flestu av hinum norðurlondum hava umskipað dagin soleiðis, at pláss eisini er fyri øðrum ítróttavirksemi. Føroyar og Ísland hava tó hildið fast um renningina.
Ítróttalærarafelagið hevur í ár gjørt av at runnið verður fríggjadagin 10. oktober. Tað stendur tó skúlunum frítt fyri at renna annan dag enn tann ásetta. Sigast skal, at fleiri skúlar longu hava runnið.
Vit vita ikki, hvussu nógvir kilometrar føroysku skúlanæmingarnir leggja eftir seg henda dagin, men í fjør vóru fleiri enn 7000 renniprógv send skúlunum. Siga vit, at miðalnæmingurin rennur um 7 km., runnu føroysku børnini uml. 40.000 km tilsamans.
MBM hevur øll árini stuðlað tiltakinum, og hevur hetta gjørt tað møguligt at halda á í so langa tíð.