Dagfinn Olsen
- Lærararnir vilja hava frí. Tí velja nærum allir skúlarnir at leggja starvsvenjingina áðrenn og aftaná heystfrítíðina, so frítíðin verður longd. Hetta kann ein í hvussu er leggja í hetta, sigur Olaus Jespersen.
Hann greiðir frá, at skúlarnir í hjálparloysi hava biðið Undirvísngar- og Mentamálastýri (fyrr Landsskúlafyrisitingina) um at samskipa starvsvenjingina, hóast skúlarnir sjálvir eiga at taka sær av hesum.
Bert eitt ynski
- Hóast teir fáa eitt blað at fylla út við 2 ella 3 ynskjum, um nær starvsvenjingin skal leggjast á árinum, so skriva flestu skúlarnir bert eittans ynski og tað er øðrumegin heystfrítíðina, sigur Olaus Jespersen, ið leggur afturat, at soleiðis hevur skpanin verið síðani einaferð í áttatiárunum.
Áður var tað Landsskúlaráðið, ið samskipaði, men síðani fall tað til Undirvísingarstýrið.
Olaus Jespersen heldur, at sjálvsagt stinga trupulleikar seg upp, tá allir skúlarnir skulu út á arbeiðsmarknaðin í senn. Hann heldur tað vera løgið, at nærum eingin hevur hug at leggja starvsvenjingina á vári ella í januar, men kanska er tað tí, at tá nærkast royndirnar, sigur hann
Tá skúlamynduleikarnir fáa ynskini inn, og øll liggja um somu tíð, so verður roynt at flyta onkran. Skúlarnir fáa at vita nær hinir skúlarnir eru úti.
8. flokkur óbúgvin
Vanliga hava næmingar í 8. og 10. flokki verið í starvsvenjing, men arbeiðsplássini hava gjørt vart við, at ein næmingur í 8. flokki er ov óbúgvin og tessvegna vilja tey ikki hava yngru næmingarnar.
Olaus Jespersen sigur, at fleiri skúlar tí bert senda næmingar út í 9. ella 10. flokki og at starvstíðin tá er ein mánað, tí næmingarnir bert eru úti einaferð.
- Ymiskt er, hvat næmingarnir halda um tað; hjá onkrum er tað gott, men hjá øðrum fellur tíðin long, sigur Oláus Jespersen.
- Nakrir skúlar lata tó næmingarnar fara til tvey arbeiðspláss henda mánaðin, 14 dagar í hvørt pláss, sigur Olaus Jespersen.
- Ymiskt er, hvussu skúlarnir umsita starvsvenjingina. Á onkrum skúlum tekur kanska varastjórin sær av hesum, meðan á øðrum skúlum ein vanligur lærari. Møguliga verður eisni havt frammi á lærarafundi, nær ynskiligt er at hava starvsvenjingina, sigur Olaus Jespersen.
Í lógini stendur ikki greitt, hvussu farast skal fram, bert at skúlarnir kunnu senda næmingarnar í starvsvenjing.
Arbeitt verður við at útbúgva sonevndar skúlavegleiðarar, ið so kunnu taka sær av starvsvenjingini m.a. Hetta umfatar t.d. at vegleiða næmingarnar og at vitja teir í starvstíðini.
Orsøkin greið
Men Olaus Jespersen ivast ikki. Orsøkin til, at so trupult er at finna næmingunum pláss er, at allir skúlarnir leggja starvstíðina samstundis. Og orsøkin til hetta kann t.d.vera, sambært Olaus Jespersen, at skúlarnir, lærararnir, vilja leingja heystfrítíðina.
- Eg veit ikki um hetta er orsøkin. Ein kann leggja í hetta hvat ein vil, men soleiðis er støðan, sigur Olaus Jespersen, ið heldur hetta vera løgið, tí skúlarnir skapa sær ein óneyðugan trupulleika vi at fara út á arbeiðsmarknaðin samstundis.