Skúlastjóri settur til nýggja skúlan í Hoyvík

Nýggi Skúlin á Løgmannabreyt í Hoyvík hevur fingið stjóra. Skúlin letur upp fyri fyrstu flokkunum í summar, og stjórin byrjar longu í apríl Mentamálaráðið hevur sett Høgna Joensen í starv sum skúlastjóra í Skúlanum á Løgmannabreyt frá 1. apríl 2008.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at Høgni Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari í fólkaskúlanum og leiðsluroyndir sum fyrstilærari styttri tíðarskeið. Seinnu árini hevur hann starvast sum málsviðgeri í Mentamáladeildini í Tórshavnar Býráð. Í hesum arbeiði hevur hann havt fleiri fyrisitingarligar uppgávur viðvíkjandi skúlaskapi í kommununi sum heild.

Nýggi skúlin hevur allar tær funktiónir, sum ein nýggjur skúli skal hava, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á fólkaskúladeildini í mentamálaráðnum (við Rá2 herfyri).

Umframt fýra lonir til undirvísingarpartarnar, er námsfrøðiligur tænastudepil miðskeiðis í skúlanum. Harumframt er ein samkomuhøll, har næmingarnir kunnu hava ymiskar framførslur, eins og ein lon er til handaligu og kreativu lærugreinirnar.

Tær fýra lonirnar, har undirvísingin er, hava hvør sín garð og hvør sína inngongd. Garðarnir venda allir soleiðis, at lívd er á flestu ættum.

Við síðuna av trivnaðarøkinum verður stór ítróttarhøll. Hon er dupult og kann býtast í tvey. Seinni kemur eisini ein fótbóltsvøllur.

Ætlanin er, at arbeiðstíðin hjá lærarunum skal vera frá klokkan 8 til 16. Umframt undirvísingina kunnu lærarar á henda hátt gera alt sítt arbeiði á skúlanum, sosum fyrireiking og annað. Til hetta verða arbeiðsrúm til lærararnar.

Gongst sum ætlað fara 1. , 2. og triðji flokkur í nýggja skúlan eftir summarfrítíðina.