Skúlauppgáva kostar 35.000 krónur

Ein FHS-flokkur á Føroya Handilsskúla hevur í hesum skúlaárinum tikið lut í tiltakinum Ungt Virki. Flokkurin hevur verið býttur í fýra bólkar, og hvør bólkur hevur stovnsett sítt egna virki við veruligum peningi og roknskapi

Í forhøllini á Handilsskúlanum í Havn hittur Yngd tey trý Vivan E. D. Johansen, Karin A. Dahl og Jóannis Iversen, sum í sambandi við sína FHS-útbúgving hava verið við til at framleiða og marknaðarføra eina fløgu við barnasøgum. Yngd spurdi tey, hvussu tað bar til, at tey hava fingist við slíkt í síni skúlagongd, og hvussu alt byrjaði. Tey greiða frá, at søgan byrjar longu, áðrenn tey sjálvi byrjaðu á skúlanum úti í Marknagili.

Hjá teimum, ið verða upptikin sum næmingar á FHS-útbúgvingini hjá Føroya Handilsskúla í Havn, stendur í boði at koma í ein flokk, sum gjøgnum alt skúlaárið skal verða við í tiltakinum Ungt Virki.

Tá ið ein skrivliga fær boð um, at man er sloppin inn á skúlan, fær man samstundis sendandi eitt tilmeldingarskjal, har man kann tekna seg til at sleppa við í tann flokkin, sum fer at fáast við tiltakið ella verkætlanina Ungt Virki.


Gjørdu bólkar eftir áhuga

Eitt tað fyrsta, sum næmingarnir í FHS-flokkinum gjørdu, var, at tey í felag høvdu ein brainstorm, har tey komu við ymsum uppskotum um, hvat fyri framleiðslu, ið tey ymisku virkini kundu fáast við. Onkur kom so við uppskotinum um at gera eina fløgu, og tey seks, Karin A. Dahl, Vivian E. D. Johansen, Elin Christiansen, Búgvi Dalsgarð, Ólavur Enni Elisson og Jóannis Iversen, endaðu í bólki saman, og so var farið í holt við at útgreina, hvat framleiðslan hjá teimum nágreiniliga skuldi verða.

Tey seks komu ásamt um, at tey skuldu fara undir at gera eina fløgu við barnasøgum. Somuleiðis avgjørdu tey, at allar søgurnar skuldu verða nýggjar, og Vivian greiðir frá, at tey settu seg í samband við felagið Ungir Rithøvundar og heita á summar av limum felagsins at skriva nakrar søgur til teirra. Hetta var játtað, og tískil er tað so, at tá man á fløguhúsanum lesur nøvnini á rithøvundunum til tær ymsu søgurnar, so eru tað ikki nøvn, sum man kennir aftur frá føroyskum barnabókmentum, við undantaki av okkara kæru Elin Mouritsen. Hinir høvundarnir eru Meinhard Jensen, Vivian Guðmundsson, Nina Brockie, Soffía D. Petersen, Turid Kruse og Fía Norðberg.

Meðan arbeitt var við at skriva søgurnar, stríddist bólkurin eisini við at útvega sponsorar, so at tað ikki gjørdist ein ov stórur fíggjarligur gloypibiti hjá teimum at geva fløguna út. Tað eydnaðist teimum eisini at fáa góðar stuðlar, og millum annað stuðlaði útvarpið teimum við at lata allar upptøkurnar av søgunum fara fram í studionum hjá útvarpinum ókeypis. Somuleiðis fingu tey nakrar kendar røddir at lesa søgurnar á fløguni. Røddirnar hjá Elini Mouritsen, Gullu Øregaard, Noru Bærentsen og Johan í Kollafirði eru kendar kring alt landið.

Fløgan fekk navnið "Ein heimur við opnum vindeyga", og tá ið húsin skuldi gerast, vendu limirnir í bólkinum sær til ein 2. flokk á Venjingarskúlanum og fingu næmingarnar at tekna ymiskar myndir, og so bleiv ein av hesum myndum vald til at prýða húsan.


Fløgan kom í seinasta mánaða

Um miðjan februar mánaða vóru luttakararnir í Ungt Virki á Torginum í SMS, har tey vístu sínar framleiðslur fyri almenninginum. Fløgan hjá bólkinum kom til landið dagin fyri, at framsýningin í SMS byrjaði, og tey trý Jóannis, Karin og Vivian siga, at tað var ein øgilig góð kensla, tá ið tey sjálvi stóðu við fløguni í honduni og kundu vísa hana fram alment.

Fløgan bleiv framleidd í Týsklandi, og í hesum sambandi nevna tey, at sera stór hjálp var veitt teimum av Høgna Zachariassen í 3'arinum, sum hevur gott innlit í fløguframleiðslu og tann heimin, og tað lætti munandi um hjá teimum seks virkisfýsnu ungdómunum.


Hevur kostað umleið 35.000 krónur

Tað er einki at ivast í, at tað er fíggjarliga stórt tak hjá seks ungum handilsskúlanæmingum at fara undir eina slíka verkætlan, sum tað at framleiða eina fløgu. Næmingarnir hava sjálvir fulla fíggjarliga ábyrgd av verkætlanini, og tey siga, at framleiðslan av fløguni kostaði umleið 25.000 krónur, og so hava tey brúkt einar 10.000 krónur aftrat til faldarar, búnar og annað.

500 eintøk av fløguni blivu framleidd, og nú bert tríggjar vikur eftir at fløgan kom á marknaðin, hava tey selt nærum 200 fløgur. Hetta ger, at bólkurin hevur fingið allar útreiðslurnar endurgoldnar, og tað, sum nú verður selt, er alt reint yvirskot. Limirnir í bólkinum, sum valdu at rópa fyritøkuna "Fløgan", siga, at høvdu tey ikki fingið so góðan stuðul frá ymsum fyritøkum og stovnum, so hevði tað verið trupult at fingið fyritøkuna og verkætlanina at hanga saman fíggjarliga.

Hevði fløgan givið undirskot, høvdu tey seks í bólkinum verið noydd til at býta undirskotið sínamillum.


Ein spennandi avbjóðing

Spurd, um tey vilja mæla øðrum, sum sleppa inn á FHS-útbúgvingina, at royna at sleppa við í Ungt Virki, siga tey trý, at tað vilja tey so avgjørt. Jóannis sigur, at tað er ógvuliga strævið, og tey hava brúkt nógva tíð aftaná skúlatíð til at arbeiða við fløguni, umframt fýra av skúlatímunum hvørja viku, men at tað so sanniliga hevur verið stríðið vert. Hann leggur aftrat, at eitt slíkt arbeiði eisini gevur einum huga til at fara undir nakað sjálvstøðugt eftir lokna útbúgving.

Eitt av endamálunum við Ungt Virki er júst tað, at verkætlanin skal virka við til at vekja áhuga millum næmingarnar fyri at skapa nakað sjálvstøðugt.

Ein slík verkætlan sum henda ger, at skúlin gerst meiri veruleikakendur, og man fær á henda hátt meiri praktiskt innihald í útbúgvingini, siga Vivian, Karin og Jóannis.

Bæði Vivian og Jóannis siga seg hava ætlanir um at fara undir at lesa HH komandi skúlaár, meðan Karin enn ikki hevur tikið støðu til hetta, sum hon tó sigur vera væl møguligt.


Skal dømast

Verkætlanin Ungt Virki hevur nú verið til í nøkur ár. Av teimum fýra bólkunum, verður ein vinnari funnin, sum síðani sleppur til Danmarkar við sínari framleiðslu og arbeiði. Tað eru fólk úr føroyska vinnulívinum, sum skulu meta um avrikini hjá teimum ymsu bólkunum.

Miðskeiðis í hesum mánaðinum skulu bólkarnir eisini upp til eina próvtøku í verkætlanini, sum ein danskur próvdómari skal meta um.

Í apríl mánaða verður Ungt Virki aftur á Torginum í SMS, og tá skal vakrasti básurin eisini veljast, samstundis sum at vinnandi bólkurin verður útnevndur tá.

Um mánaðarskiftið maj/juni skal fyritøkan so avtakast, eins og ein verulig fyritøka verður avtikin. Hvussu fíggjarliga støðan hjá fløguni er tá, er ilt at meta um, men allarhelst hava tey seks komandi vinnulívsfólkini tá nøkur oyru á kistubotninum, sum tey kunnu halda sær á gleim við í sambandi við próvtøkuna ella okkurt líknandi.

Stuðlarnir hjá Fløguni hava verið: Perlan, 3'arin, Fóm Ís, Demmus, Top Shop, Vero Moda, Skipafelagið, Útvarp Føroya, P/F Maria Poulsen, Tryggingarfelagið Føroyar, Papírslonin og Hjá Kissa.

Tey, sum hava hug til at ogna sær fløguna, kunnu skriva til Fløgan, Føroya Handilsskúli, Postsmoga 177, 110 Tórshavn