Skálberg trolað innanfyri í Brúsell

Í Klaksvík hava altíð verið undangongufólk innan vinnulívið - Til fiskivinnuráðstevnu í Brüxell í hesum døgum er ætlanin at vísa flaggskipið í norðanlondum innan flakavinnu Skálaberg fram.

Skálaberg verður eftirgjørdur í støddini 1 : 5 í hesum døgum í Klaksvík. Tað eru hegnismenninir Jógvan Absalon Absalonsen og Niels Viderø Petersen, sum hava staðið fyri hesum arbeiði.

Fremsti partur av skipinum verður gjørt sum móttøkustað á básinum í Brüxell. Báturin er fluttur við bingju til Brüxell á eina altjóða fisakivinnustevnu, har túsundtals fólk innan fiskivinnu úr øllum heiminum koma at sígga tað besta og nýggjast innan fiskivinnu. Her kunnu Klaksvíkin og Skálaberg av sonnum spæla við.

Tað er eitt satt frambrot innan fiskiheimin at sleppa at vísa henda snotisliga bátin fram, bæði á myndum og filmi, men ikki minst at gera sær tankar um hvussu flottur og stórur Skálaberg er við hesi eftirgerðing - Og so ikki um at tala, allir teir hentleikar, ein slíkur bátur er útgjørdur við, og teir skilamenn, sum fáa alt hetta at bera til - bæði á sjógvi og landi.

Jú, Føroyar hevur nógv at bjóða við flaggskipinum innan fiskivinnu í norðurhøvum - Skálaberg.

Ætlanin er at fáa tann stásiliga Skálaberg heimaftur til líknandi tiltøk í Føroyum eisini. M.a. hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at skipa ein bólk, sum skal taka sær av at fyriskipa alskins tiltøkum í sambandi við, at tunnilin letur upp fyri almennanri ferðslu um eitt ár. Talan verður um ymisk mentarlig og vinnulig tiltøk.

Tað verður sjálvandi eisini skipað fyri tiltøkum at lýsa vinnuna í fiskivinnuhøvuðstaðnum í Føroyum: Klaksvík. Tað skal vera løgið, um ikki Skálaberg verður at síggja til hetta høvið eisini - og við fleiri onnur líknandi eisini.